Eingin banki á vestara armi

Skulu strandingar eini ørindi í ein banka, mugu tey ferðast langt. Í dag er eingin bankadeild á Strondum ella á Skála.

Deildin hjá Føroya Sparikassa á Strondum lat annars upp í 1970. Men fríggjadagin í farnu viku varð lykilin snaraður um fyri seinastu ferð.

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu verður sagt, at tey, ið enn ikki hava fingið sær heimagreiðslu, noyðast hereftir langan veg í bankan. Nærmastu deildirnar eru annaðhvørt í Saltangará og við Norðskála.

Í samband við, at deildin lat aftur, bjóðaði Eik banki øllum, sum komu inn á gólvið, ein kaffimunn og okkurt søtt afturvið.