Eingin avtala um vápnahandil

Samráðingarnar um at fáa eina altjóða avtalu um vápnahandil endaðu í gjár uttan nakra semju. Samráðingarnar, sum hava verið í New York allan hendan mánaðin, endaðu úrslitaleysar, tá nøkur lond ikki vildu góðtaka tað uppskotið, sum lá á borðinum.

Argentinski ST-sendimaðurin Garcia Moritán, sum hevur staðið fyri samráðingunum, sigur, at nú skal ST-trygdarráðið taka støðu til, um samráðingarnar skulu takast uppaftur. Sjálvur væntar hann, at tað fer í hvussu er at taka nakrar mánaðir afturat at fáa semju millum tey 193 londini, sum eru við í samráðingunum.

García Moritán sigur, at nógv tey flestu londini tóku undir við uppskotinum, sum var, men at nøkur lond vóru ímóti, og tí var einki at gera. ST-reglurnar siga, at øll londini skulu vera samd.