Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur framvegis ikki tikið avgerð um, hvørt umbønin frá Útvarp Føroya um at hækka útvarpsgjaldið við 200 krónum skal gangast á møti.
- Eg skilji væl, at útvarpinum tørvar fleiri pengar, og at málið hevur skund. Men enn havi eg ikki tikið støðu, sigur Jógvan á Lakjuni.
Vanliga verður útvarpsgjaldið kravt inn í apríl mánaða. Harumframt er tað ein sannroynd, at møguligar sparingar verða alsamt truplari at fremja, longur líður út á árið.
Útvarpið er í tí støðu, at hækkar gjaldið ikki við 200 krónum, so skal stovnurin spara 2,5 milliónir krónur í ár. Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, vil ikki meta um, hvørja ávirkan hetta fær á stovnin. Men hann slær fast, at øll sparingin má fremjast á útreiðslunum til lønir og samsýningar.
- Vit hava ikki viðgjørt spurningin enn, tí vit vóna ikki, at støðan verður aktuel, sigur Jógvan Jespersen.
Í 1998 vóru útreiðslurnar til lønir og samsýningar 54 prosent av samlaðu fíggjarætlanini hjá ÚF, men í fjør var hesin partur komin upp í 70 prosent.
- Peningur til rakstur, viðlíkahald og íløgur skal finnast á okkara egnu fíggjarætlan, og her ber snøgt sagt ikki til at spara meira. Lønarparturin er nú so stórur partur av samlaðu útreiðslunum, at møguligar sparingar mugu finnast her, sigur Jógvan Jespersen.
Umbøn í summar
Tá Útvarpið í juni mánað í fjør sendi sína fíggjarætlan fyri 2004 til góðkenningar í Mentamálaráðnum, varð biðið um loyvi at hækka útvarpsgjaldið við 200 krónum.
Í september mánað gav Høgni Hoydal, ið tá sat sum landsstýrismaður í mentamálum, útvarpinum tilsøgn um, at umbønin fór at verða gingin á møti. Tað váttar Høgni Hoydal fyri Sosialinum í dag.
- Tjóðveldisflokkurin ynskir eitt kringvarpsgjald, har goldið verður eftir inntøku, tvs. at hægstu inntøkurnar gjalda mest, í staðin fyri útvarps- og sjónvarpsgjaldið. Men tá ikki bar til at fáa undirtøku fyri hesum í samgonguni, tók eg undir við at hækka útvarpsgjaldið, sigur Høgni Hoydal og vísir á, at bæði útvarpið og sjónvarpið eru bundin av lønarhækkingunum í samfelagnum, og at stovnarnir ikki fáa hesar eyka útreiðslur endurgoldnar nakrastaðni.
Ósemja um gjaldið
Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum einsamallur ásetur útvarps- og sjónvarpsgjaldið við kunngerð. Men løgtingsval varð útskrivað, áðrenn kunngerðin varð lýst, og síðan hevur nýggj samgonga tikið við.
- Tað er greitt, at eg sum landsstýrismaður skal áseta útvarpsgjaldið. Men samtíðis er tað eisini ein spurningur um, hvat politisk undirtøka er fyri í samgonguni, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann hevur tó ikki hug at gera viðmerkingar til, um partar av samgonguni ikki taka undir við at hækka gjaldið.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, váttar, at málið hevur verið fyri á samgongufundi, men annars vil hann ikki leggja seg út í málið.
Tá Annlis Bjarkhamar, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, kom við uppskotinum um kringvarpsgjald, var Fólkaflokkurin ímóti, og tískil fekst ikki semja í samgonguni um tann spurningin. Nakað eftir valdi Annlis Bjarkhamar so at ganga umbøn frá Sjónvarp Føroya á møti og hækkaði sjónvarpsgjaldið upp í 2000 krónur.
Jógvan á Lakjuni sigur, at spurningurin um kringvarpsgjald ella fjølmiðlaskatt ikki er aktuellur, og tískil ikki er við í støðutakanini hjá landsstýrismanninum.
Sjálvstøðugir stovnar
Sum nevnt er tað landsstýrismaðurin í mentamálum, sum á hvørjum ári skal áseta útvarps- og sjónvarpsgjaldið við kunngerð.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, heldur hesa mannagongd vera sera óhepna.
- Tað er óheppið, at ein landsstýrismaður einsamallur skal hava so stóra ávirkan á loftmiðlarnar, og tí mæla vit framvegis til at skipa útvarpið og sjónvarpið sum sjálvstøðugar stovnar undir eini nevnd, sigur Høgni Hoydal.