Eingin avgerð tikin um Hægsta rætt enn

Taks fer at brúka næstu dagarnar at taka støðu til, um málið við Varðanum skal roynast í Hægsta rætti

Eystari landsrættur hevur í morgun staðfest dómin hjá Føroya rætti í málinum millum Taks og Varðan viðvíkjandi skattaligu viðurskiftini í samband við eina møguligari framtíðar sølu av Varðanum.


Eystara landsrættur staðfesti avgerðina hjá Føroya rætti, at Varðin sleppur undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld. Hetta merkir, at eigararnir sleppa undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti, um teir velja at selja. 


Eystara landsrættur viðgjørdi málið eftir, at Taks ikki vildi góðtaka avgerðina hjá Føroya rætti í sama málið. Nú Eystara landsrættur er samdur við Føroya rætti hevur Taks møguleikan at royna at fáa Hægsta rætt at hyggja at málinum. Eyðun Morkøre, stjóri í Taks, upplýsir tó, at støða ikki er tikin til tað enn.


- Eingin avgerð er tikin enn. Vit hava akkurát fingið dómin og hava fjúrtan dagar at taka støðu til dómin. Nú fara vit at seta okkum við okkara sakførarar og taka støðu til hvat næsta stig er, sigur Eyðun Mørkøre.


Stjórin vísir kortini á, at talan er um eitt prinsipielt mál fyri føroyska skattamyndugleikan og tí er tað ikki óhugsandi, at man ger eina síðstu roynd at broyta úrskurðin.


- Tað at talan er um eitt prinsipielt mál talar fyri, at man kanska skal fara víðari við tí. Men vit fara ikki víðari, um vit ikki meta, at vit hava ein møguleika at fáa okkara sjónarmið staðfest, sigur stjórin í Taks.