Rás Tórshavn
Í løtuni sendir Rás Tórshavn BBC Prime, BBC World, Eurosport, MTV og TV3. Tað er henda síðstnevnda, sum seinastu tíðina hevur verið javnan frammi millum manna. Tað er nú einaferð soleiðis, at Viasat, sum tekur sær av TV3, vil hava Tórshavnar Kommuna at gjalda fyri at senda TV3 út til borgararnar í kommununi. Hetta gjaldið skal eftir ætlan vera góðar 800.000 kr. um árið ella 10,19 kr. um mánaðin fyri hvørt húsharhaldi í kommununi, og tað eru eini 6.000 húsharhald í kommununi.
Í løtuni er tað soleiðis, at Tórshavnar Kommuna má lata 200.000 kr. fyri hvørja av Prime, World og MTV, men Eurosport verður tikin niður og send ókeypis til allar borgarar, sum kunnu kalla seg fyri havnaborgarar.
Tað var í 1988, at Rás Tórshavn sá dagsins ljós fyri fyrstu ferð. TV3 hevur verið við frá byrjan, men tað hevur verið eitt sindur skiftandi, hvussu barnið hevur itið, tí vit hava havt bæði skandinaviskt og norskt TV3.
1. februar
Tað skal eftir ætlan sløkkjast fyri TV3 hin 1. februar í ár. Upprunaliga skuldi hetta verið gjørt á nýggjárinum, men tað eydnaðist býráðnum at fáa útsett freistina. Tað verður býráðið sjálvt, sum skal sløkkja fyri TV3 hin 1. februar.
-?Vit fara undir ongan umstøðum at gera nakað ólógligt, so vit vera noyddir til at sløkkja fyri TV3, um ongin loysn er funnin, sigur Jan Christiansen, býráðsformaður.
Býráðsformaðurin sigur, at teir kunnu ikki siga nakað um, hvussu verður við Rás Tórshavn, tí enn er ongin støða tikin til málið, og málið er heldur ikki viðgjørt enn í býráðnum.
?Tað verður í øllum førum rættiliga trupult at fáa hetta at ganga upp, tí fíggjarætlanin er longu løgd fyri árið, og tað er ikki lætt at finna so nógvar pengar, sigur Jan Christiansen.
Býráðsformaðurin vil tó ikki útihýsi nøkrum møguleika viðvíkjandi hvør rás, ið kundi komið ístaðin fyri TV3. Hann útihýsir heldur ikki tí møguleika, at eingin nýggj rás kemur í staðin fyri TV3.
Glað fyri Rás Tórshavn
Frá royndum veit Jan Christiansen væl, at Rás Tórshavn er nakað, sum liggur flestu borgarunum í kommununi rættiliga nær.
?Borgararnir hava verið ógvuliga glaðir fyri Rás Tórshavn, og hetta er eisini nakað, sum vit politikarar hava lagt til merkis, og vit vilja sjálvandi gera okkara fyri, at hetta verður verandi ein tænasta til borgararnar, sigur Jan Christiansen.
Jan Christiansen ásannar tó, at hevði støðan verið sum í dag, so hevði tað verið ógvuliga ivasamt, um Rás Tórshavn nakrantíð hevði verið til veruleika, tí kostnaðurin er so stórur.