Andrew av Fløtum var ikki við, tá ið Fremad Amager um vikuskiftið spældi dyst ímóti HIK. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Fremad Amager kom á odda eftir 20 minuttir við brotssparki, men HIK javnaði longu fim mminuttir seinni. Tá ið ein hálvur tími var spældur, fekk Fremad Amager ein spælara útvístan. Mustafa Bozkurt hevði bara verið á vøllinum í tveir minuttir, tá ið hann fekk reytt kort. HIK fekk brotsspark í seinna hálvleiki, men teir misnýttu gylta tilboðið.