Jón Tyril boðaði í áðni frá, at vanliga tjaldingin er nú totalt útseld. Við tí kunnu vit staðfesta, at G! Festival tjaldingin hevur sett met
Á G! Festivalinum í fjør flokkaðust meira enn 1600 fólk til fløtuna millum Gøtu skúla og kirkju og skaptu tey soleiðis Føroya stórsta tjaldingarpláss.
Nú er tjaldingarplássið blivi uppaftur størri. Hesuferð verða 2000 tjaldingarpass seld og í dag varð seinasta av teimum selt. Sostatt er tjaldingarplássið voksi um 20%.
Tjaldingarplássið verður opnað fyri gestum kl. 17 í dag.
Familjutjaldingar- og kampingplássini í Norðragøtu eru tó enn ikki fylt. Pass til hesi bæði fáast við at ringja til Elsebeth á G! skrivstovuni (44 22 42) ella við at maila til camping@gfestival.fo.