Eingi kolvetni í Butch East leitibrunninum

Faroe Petroleum er liðugt at bora Butch East leitibrunnurin. Brunnurin er fyrri av tveimum uppfylgingarbrunnum, tætt at Butch Main fundinum. Borað varð ígjøgnum góðar jarðargoymslur; men eingi kolvetni vórðu funnin.

Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at felagið er liðugt at bora Butch East leitibrunnurin. Brunnurin, á leitiloyvi PL405, er fyrri av tveimum uppfylgingarbrunnum, tætt at Butch Main fundinum (Faroe 15%). Borað varð ígjøgnum góðar jarðargoymslur; men eingi kolvetni vórðu funnin.

 

Byrjað varð at bora Butch East brunnin tann 29. desember 2013, og borað varð ígjøgnum ein saltstruktur niður á 2.307 metrar. Havdýpið har borað varð er 65 metrar. Brunnurin liggur skamt frá týðandi undir- støðukervi, og nær við framleiðslueindirnar Ula, Tambar og Gyda.

 

Centrica (40%) er fyristøðufelag, og Mærsk Giant boripallurin verður nýttur til boringarnar. Við í boringini luttaka eisini Suncor Norge AS (30%) og Tullow Oil Norge AS (15%). Butch East brunnurin verður nú typtur og fráfarin. Mærsk Giant pallurin verður síðani fluttur til Butch South West miðið.

 

Fyristøðufelagið arbeiðir við eini útbyggingarætlan fyri Butch Main fundið, samstundis sum Butch East og Butch South West boringarnar verða gjørdar.

 

Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum sigur í viðmerking, at sjálvt um úrslitið av Butch East brunninum er skuffandi, so er Butch South West eitt lovandi og sjálvstøðugt leitimið. Ímeðan verður tann fyrri av tveimum síðuspors-brunnum á tí týðandi Pil fundinum í Norskahavinum boraður, og er úrslitið skjótt væntandi.