Einaræðismenn skulu takast

Ein dómari í Spania hevur givið boð um, at 46 menn, sum vóru uppi í hernaðarstýrinum, sum tók valdið í landinum í 1976, skulu handtakast. Teirra millum eru generalarnir Jorge Videla og Emilio Massera, sum stýrdu Argentina við harðari hond í sjey ár.

Interpol hevur kravt, at argentinsku myndugleikarnir skulu senda allar teir 46 menninar til Spania, so teir kunnu koma fyri rættin har. Teir eru ákærdir fyri álvarssom brot á mannarættindini.Tað gjørdi Interpol eisini í 1999, men táverandi argentinski forsetin, Fernando de la Rua, sýtti fyri at ganga áheitanini á møti.

Spanski dómarin, sum eitur Baltasar Garzon, hevur sett sær fyri at rættarsøkja gomlu einaræðisharrarnar í Argentina í Kili. Hann hevur fyrr roynt at fáa fyrrverandi kilska einaræðisharran, Augusto Pinochet, útflýggjaðan til Spania, men til fánýtis.