Tjóðveldi ætlar sær at kanna møguleikarnar fyri góðshavn á Sundi fram um Skansabryggjuna, sum meirilutin í Tórshavnar býráð annars tykist vera samdur um.
Seint móti heysti og móti ársloki í 2014 tók drúgt orðaskifti seg upp um havnarútbygging fyri Skansan.
Vinnulívið talaði fyri at fáa betri arbeiðsumstøður, meðan arkitektar og umhvørvisverndarfólk talaðu at.
Eisini vóru røddir frammi, sum saknaðu at aðrar loysnir vórðu betri eftirkannaðar.
Í morgin fer minnilutin í Tórshavnar Býráð, tey trý umboðini úr Tjóðveldi, aftur at seta havnarútbyggingina á dagsskrá.
Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavn, greiddi soleiðis frá í tíðindunum á Rás 2.










