- Hetta er ein óheppin støða, men vit hava onga ávirkan á orsøkina. Vónandi hava kundar okkara forstáilsi fyri støðuni, ið vit eru sera hørm um.
Tað sigur stjórin á Smyril Line, nú tað er greitt, at Norrøna verður tikin úr sigling í tvær vikur. Áður hevur fráboðanin verið, at skipið varð tikið úr sigling í eina viku.
Norrøna er í dokk í Hamburg, har stabilisatorarnir á skipanin verða umvældir.
- Seinkingin kemur sera illa við hjá reiðarínum og uttan iva eisini hjá kundum okkara, bæði teimum ferðandi og teimum, ið senda vørur við okkum”, sigur Thomas Magnussen, ið harmast støðuna men kortini fegnast um, at skipið er klárt í góðari tíð til væl umtóktu páskatúrarnar.
Ferðafólk, sum eru farin avstað, og hvørs heimferð verður órógvað av longdu dokkingini, fáa bjóðaðar aðrar ferðamøguleikar frá Smyril Line. Ferðafólk, ið ikki eru farin heimanífrá, fáa tilboð um at fáa ferðaseðilin endurgoldnan, men tey kunnu eisini velja eina aðra ferð við Norrønu í staðin.
Eisini fraktkundar hjá Smyrilblue Water fáa tilboð um aðra loysn.










