Villar Mir, sum er ein av kandidatunum til forsetavalið í Real Madrid, sigur seg vera til reiðar at spreingja øll mørk, um hann verður valdur til forseta.
Soleiðis er fremsta vallyfti hansara, at hann vil keypa argentinska Lionel Messi frá Barcelona. Sambmært sáttmálanum hjá bara 19-ára gamla Messi, kann Barcelon siga nei til øll boð, sum eru lægri enn 150 mió evrir. Hetta svarar til 1.118 mió kr., men ta upphæddina sigur Mir seg vera til reiðar at rinda, verður hann valdur.