Júst sum hjá kvinnunum, hava VÍF og H71 sera ymiska tilgongd til FM-finalurnar, tí meðan VÍF ikki færri enn 21 ferðir hevur verið føroyameistari í bestu mansdeildini, eigur H71 enn sítt fyrsta meistaraheitið á. Besta úrslitið hjá H71 higartil er steypasigurin afturi í 1998.
Um hugt verður at dystunum teirra millum í vetur, hevur H71 havt munin, hóast VÍF á stigatalvuni endaði trý stig frammanfyri og tískil eigur teir fyrimunir í sambandi við finalurnar, sum tað gevur. Eitt nú skal ein møgulig triðja finala spælast í Vestmanna.
H71 vunnið tríggjar ferðir
Tá liðini møttust í Hoyvík í november, vann H71 23-20, og í desember gjørdist talan um knúsandi stórsigur til hoyvíkingar, sum í Vestmanna vunnu 33-25. Síðani møttust liðini aftur í Vestmanna í januar, tá VÍF vann 29-27, men tá vestmenningar aftur vitjaðu í Hoyvík í februar, vann H71 við ikki færri enn 13 málum, 36-23.
Men tey úrslitini hava sum so einki annað at siga nú, enn at tey kunnu stimbra sjálvsálitið eitt sindur, tí finaludystirnir eru tveir ella tríggir nýggir dystir, har alt stendur upp á spæl. Møguleikarnir eru bara tveir í tali, tí annaðhvørt endurtekur søgan seg ? ella verður søga skrivað!
VÍF og H71 spæla skírisdag klokkan 14.30 í Vestmanna ta fyrstu finaluna teirra millum.