Ein yngri Svensson í Smiðjuni

Fríggjadagin letur Ásla Ranvá Svensson, ið er dóttir navnframa Kára Svensson, upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin er opin til sunnudagin Pápa hennara, Kára Svensson, kenna øll sum ein fremstu listarmonnum í landinum. Dóttirin, Ásla Ranvá Svensson, hevur eisini havt framsýningar bæði í Havn, Klaksvík og Fuglafirði.

Eisini hevur hon luttikið á framsýningum saman við pápa sínum og einum ungum listarmanni, sum kallast John Martin Christiansen, ið gongur á listaskúla í Holbæk.

Harafturat hevur Ásla Ranvá Svensson luttikið á bæði vár- og ólavsøkuframsýning. Hon málar abstrakt, har náttúran og serliga havið er gjøgnumgangandi í flestu motivum.

Framsýningin í Smiðjuni hevur heitið »Okkurt stað«. Ásla Ranvá Svensson er 28 ára gomul og hevur málað regluliga seinastu átta árini.

Fríggjadagin hevur Ásla Ranvá Svensson fernisering í Smiðjuni í Lítluvík frá klokkan 16 til 19. Leygardagin er opið frá 15 til 18 og sunnudagin, sum er seinasti dagurin at síggja málningarnar hjá Áslu Ranvu Svensson á hesum sinni, er opið frá 16 til 19.