Fyrrapartin var Føroyanevndin hjá Fólkatinginum á fundi við danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, er formaður í Føroyanevndini, og hann sigur, at prátað varð um ymisk viðurskifti, sum hava sera stóran týdning.
Eitt nú varð ført fram, at sjálvur Nato-aðalskrivarin hevur ført fram, at tað er ein stórur fyrimunir fyri trygdina í Norðurhøvum, at vit hava hildið fram at selja til Russlands, hóast boykottið.
Sjúrður Skaale heldur eisini, at tað er ein vøkur vinagerð av dønum at lata almennar bygningar flagga við føroyskum flaggi á flaggdegi okkara tann 25. apríl
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví tað er ein fyrimunur, at vit bróta boykotti, og hví tað er ein vinagerð av dønum at vinda Merkið í húnarhátt í Danmark.