Hetta hendi kortini fyri góðari viku síðani.Tað er Jákup Martin Debes, bóndi sum hevur bílagt sær hesa mylluna úr Onglandi. Hetta hevur hann gjørt við tí fyri eyga at gerast sjálvforsýnandi við streymi.Fríðtór Debes, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu upplýsir, at vindhjólið hevur ein diametur uppá 1,8 og at myllan er einar seks metrar høg.Myllan á Skarvanesi klárar at framleiða 750 kw um tíman, sum skuldi verið nóg mikið til eitt húsarhald. Hon er mett at kunna klára eina vindmegi upp til 60 m/sek.