Flogbóltsfelagið Dráttur skipar komandi vikuskiftið fyri síni árligu kapping fyri yngri lið. Spælt verður leygardagin, og verður hetta gjørt á Giljanesi og í Høllini í Kollafirði. Spælt verður í bæði gentu- og dreingjarøðunum, og fevnir kappingin um allar aldursbólkar upp til og við unglingar.