Á hvørjum ári er vanligt at nøkur missiónshús innan Heimamissiónina skipa fyri bønamøtum gjøgnum eina heila vika.
Eitt av hesum støðum er Meinigheitshúsið í Havn, ið er partur av bønarvikuni, sum verður hildin í fleiri londum. Bønamøtini byrjaðu sunnukvøldið og enda komandi sunnukvøld.
Eins og undanfarin ár eru bønartekstir gjørdir í einum av teimum 127 londunum í kristiliga felagsskapinum “Evangelisk Alliance”.
Í ár koma tekstir og bønarevni úr Estlandi, og er dentur lagdur á at Gud er hjá okkum.
Hetta er kortini ikki einasta bønartiltakið hesa vikuna. Týskvøldið byrjaði nevniliga ein felags bønarvika, sum hvítusunnusamkomurnar Filadelfia og Evangeliihúsið skipa fyri, við lovsangi, undirvísing og bøn.
Henda felags bønarvikan endar við morgunmøti í Evangeliihúsinum sunnumorgunin.










