Ein viðmerking til kringvarpsrokið

Mikudagin kom umsíðir álitið frá mentanarnevndini hjá løgtinginum í málinum til broytingar í kringvarpslógini, og tá tú lesur álitið, so er tað satt at siga hug-stoytt at ásanna, at prinsipielli spurningurin um viðurskiftini millum politisku myndugleikarnar og almennu fjølmiðlarnar næstan ongan politiskan áhuga hevur í Føroyum.

 

Jógvan Jespersen

????????????????



Mikudagin kom umsíðir álitið frá mentanarnevndini hjá løgtinginum í málinum til broytingar í kringvarpslógini, og tá tú lesur álitið, so er tað satt at siga hug-stoytt at ásanna, at prinsipielli spurningurin um viðurskiftini millum politisku myndugleikarnar og almennu fjølmiðlarnar næstan ongan politiskan áhuga hevur í Føroyum.

Tú spyrt teg sjálvan: er tað veruliga so, at vit skulu siga okkara samstarvs-feløgum í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, at í Føroyum er so at siga full politisk semja um, at almennu fjølmiðlarnir skulu vera ein partur av almennu umsitingini. Tú skalt heilt til eystureuropa fyri at finna líknandi skipanir, og har vórðu tær flestu annars vrakaðar fyrst í 90-árunum.

ÚF hevur kanska ein part av skylduni av, at hetta uppskot er lagt fyri tingið. Eftir okkara bestu sannføring mettu vit ikki at fíggjarmálastýrið og gjaldstovan vildu fylgja ásetingunum í kingvarpslógini, sum kom í gildi í 1998. Tá landsgrannskoðanin heldur ikki helt, at hetta var nakrar trupulleiki, mettu vit tað sum okkara skyldu at mæla stýrinum til, at lógin varð endurskoðað, so samsvar var millum lóg og umsiting. Tað ber heilt einfalt ikki til at umsita eftir eini lóg, sum bara er vegleiðandi í grundleggjandi spurningum.

Nú álitið kemur fram, dylir meirilutin í mentanarnevndini ikki fyri, at tað eru viðmerkingarnar frá landsgrannskoðaranum, stjóranum á gjaldstovuni og Fíggjarmálastýrinum, sum eru beinleiðis orsøkin til, at nevndin mælir til at fella uppskotið. Á heimasíðuni hjá løgtinginum hevur borið til at fylgja við viðgerðini í mentanarnevndini, og tað eru fleiri viðmerkingar, sum vekja undran. ÚF hevur síðan miðskeiðis í 90-árunum víst á tað prinsipiella í málinum, og allir partar eru fullgreiðir yvir, hvat málið snýr seg um, hóast tú í støðum fært fatan av, at so er ikki.

Landsgrannskoðarin sigur í sínum notati, at sam-bært uppskotinum til broytingar í kringvarpslógini verða tveir juridiskir "bastardar" stovnaðir, og á týðandi økjum setir lógar-uppskotið til viks grund-leggjandi áestingar í stýrisskipanarlógini, játtanarskipanini, roknskapar- og grannskoðaralógini. Er hetta rætt, so vórðu "bastardarnir" væl stovnaðir við lógini frá 1998, og so mugu grundleggjandi trupulleikar vera í umsit-ingini, sum eiga at verða tiknir til viðgerðar.

Hesir myndugleikarnir hava havt nógv høvi til at gera løgtingið vart við sína støðu. Hesi høvi hava teir ikki brúkt. Tað, sum undrar, er, at tú umsitingarliga kanst broyta so grundleggjandi skipanir, uttan tað verður gjørt eftir eina greiða politiska støðutakan. Men er tað løgtingsins vilji, so fær tað jú ikki verið øðrvísi.

Í 1997 varð nevnd sett at fyrireika uppskot til nýggja lóggávu fyri kringvarpsøkið í Føroyum. Undirritaði luttók í hesum nevndararbeiði sum umboð fyri ÚF. Nevndin legði stóra orku í hetta arbeiðið, og varð m.a. lóggávan í okkara grannalondum gjølla kannað. Lógaruppskotið varð serliga gjørt við fyrimynd í donsku og grønlendsku lóggávuni.

Nevndin brúkti nógva tíð til at koma fram til eitt uppskot til eina skipan við javnvág millum tað frælsið, sum stovnar av hesum slagnum eiga at hava í okkara samfelagsskipan og tað eftirlit, ið teir so ella so skulu vera undir.

Tá var tilgongdin við at taka fíggjarætlanina hjá ÚF og SvF við aftur á fíggjarlógina sum játtan til landsstovn byrjað, uttan at tað tá varð fingin greiða á, hvussu hetta játtanarslagið skuldi skipast, men sjónarmiðini hjá gjaldstovuni og landsgrannskoðanini vórðu kend.

Nevndin umrøddi hesi viðurskifti gjølla, og í uppskotinum, sum nevndin legði fyri landsstýrið, varð mælt til, at tann parturin av virkseminum hjá stovnunum, sum verður fíggjaður við útvarpsgjaldi, lýsingum og spæli, ikki skuldi játtast á fíggjarlógini, og harvið heldur ikki takast við í landsroknskapin, meðan fíggjarstøðan hjá stovnunum sum higartil varð skrásett í fíggjarstøðuni hjá landinum. Tá talan var um at seta skott millum almennu fjølmiðlarnar og politiska myndugleikan varð lógin meira avmarkandi enn samsvarandi lóggáva í okkara grannalondum.

Eg veit ikki um, at tað í viðgerðini í lógardeildini hjá landsstýrinum, í umstingini hjá løgtinginum, ella í løgtingsviðgerðini av uppskotinum til kringvarpslóg, varð sett spurnartekin við, at lógin var grundleggjandi í stríð við stýrisskipanarlógina, játtanarskipanina, og rokn-skapar- og grannskoðanarlógina.

Er tað so, at tað er støðan, so mást tú undrast yvir, at avvarandi myndugleikar ikki hava nýtt høvi til fyrr gera vart við seg í einum so álvarsligum máli.

Fíggjarmálastýrið hevði fyrsta møguleikan. Stutt eftir at kringvarpslógin varð komin í gildi, varð fíggjarlógin fyri 1999 løgd fyri tingið. Har var øll fíggjarætlanin hjá ÚF og SvF tikin við sum játtan til landsstovn. Har kundi Fíggjarmálastýrið gjørt vart við, at fíggjarlógin varð løgd fram soleiðis, tí løgtingið fyri eitt fakøki hevði samtykt eina lóg, sum var í stríð við alla grundleggjandi lóggávu í Føroyum. Men tað hendi ikki.

Tá roknskapurin hjá ÚF fyri 1998 varð til viðgerðar í landsgrannskoðanini førdu vit eisini hesi sjónarmið fram. Løgtingsgrannskoðararnir svaraðu okkum: "Er talan um ein landsstovn, er tað í stríð við stýrisskipanarlógina, at virksemið ikki verður tikið við á fíggjarlógina. Vísast kann á, at nú løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri 1999 og 2000, er hetta eisini staðfest av løgtinginum". Eg veit ikki, um allir løgtingsmenn vóru greiðir yvir, at tað var soleiðis, avgerðin um framtíðar fíggjarliga tilknýtið hjá almennu fjølmiðlunum varð tikin. Ongin hevði farið illa, um løgtingsgrannskoðararnir søgdu frá hesum, og gjørdu vart við, at kringvarpslógin átti at verið tillagað grundleggjandi føroyskari lóggávu. Ella bara søgdu, at tað eisini vóru onnur sjónarmið um hesi viðurskifti. Men tað gjørdu teir ikki.

Raksturin hjá ÚF hevur ligið uttanfyri landskassan, stovnurin hevur havt egnan roknskap, og fíggjarstøðan hevur verið tikin við í landsroknskapin. Í fjør varð roknskapurin lagdur inn í landsroknskapin, og stovnarnir skulu hvønn mánað senda gjaldstovuni roknskapartøl. Eisini tá vístu vit á tað, sum er nevnt oman fyri, og bóðu um tænastuboð um at umsita soleiðis. Tey fingu vit, og so kom tað upp á pláss.

ÚF hevur eisini víst á ein annan prinsipiellan spurn-ing. Øll árini hevur stovnurin kunna flutt avlop ella hall til næsta roknskaparár, men í fíggjarlógini fyri 2000 var C-átekningin strikað, sum gevur heimild til at flyta til næsta roknskaparár. Í grein 7 í kringvarpslógini er ásett, at inntøkur hjá ÚF bert kunnu brúkast til endamál hjá ÚF. Í góðari tíð vístu vit á, at hetta fór at vera ein trupulleiki, um ÚF fekk eitt rakstraravlop í 2000. Vit høvdu eitt lítið rakstraravlop í 2000. Spurningurin er so, hvat skal gerast við tað, tá hetta eru inntøkur í rakstrarárinum 2000, ÚF ikki kann flyta avlopið til næsta ár, og tað bert kann brúkast til endamál hjá ÚF.

Eg nevndi í innganginum, at ÚF kanska hevur eitt sindur av skylduni av, at uppskotið til broytingar í kringvarpslógini er lagt fyri tingið, tí vit mæltu til at broyta lógina, tá vit vóru sannførd um, at lógin og umsitingarpraksis ikki samsvaraðu. Tað mugu vit bara læra okkum at liva við og góðtaka, at støðan er, sum hon er.

Eftir stendur so spurningurin um, hví tað ikki ber til í føroyskum politikki at skapa breiðar semjur um viðurskiftini hjá almennu fjølmiðlunum. Tað ber til í flestu londunum, sum vit helst vilja samanbera okkum við.