Ein verulig undirstætt

Kanning vísir, at føroyskar einligar mammur liva langt undir fátækramarkinum, og at livikor teirra eru himmalrópandi vánalig

Eta útgingnar vørur, spara upp til regnklæ_i til børnini, rinda ikki útvarps- og sjónvarpsgjald, og telefonrokningin bí_ar til barnapengarnir koma. Tær keypa øll klæ_i á útsølu og fáa føroyskan mat og gomul klæ_i frá gó_um fólki. Tær búgva ókeypis hjá foreldrunum ella rinda upp í 6.000 kr. um mána_in í leigu og so arbei_a tær kvøld og vikuskifti, umframt vanliga starvi_.
Hesin er syndarligi veruleikin hjá einligum mammum í Havn anno 2006, vísir ein kvalitativ kanning, sum teir tríggir soc. lesandi á RUC Fró_i Jacobsen, Jóhann Lützen og Rókur J. Jacobsen lótu úr hondum í mai 2004. Teir høvdu sett sær fyri at kanna livikorini hjá einligum mammum í Havn og hava í tí sambandi práta_ vi_ sjey mammur. Kanningin er ikki tespiligur lesna_ur.

Ræ_andi fátækradømi_
Høvu_sni_urstø_an í kanningini vísir, at allar sjey kvinnurnar liva undir tí, sum ver_ur rópt relativt fátækradømi, har marki_ er, at hvør persónur í húsikunum skal hava 2.500 kr. um mána_in at rá_a yvir. Tær bá_ar kvinnurnar, sum hava mest eftir um mána_in, hava 2000 kr. til hvønn í húskinum. Av tí at kvinnurnar hava so líti_ fíggjarligt rásarúm, skal bert ein lítil óvænta_ hending í nærumhvørvinum til at koppa fíggjarstø_uni og vælfer_ini í familjuni.

Vónleys bústa_arútlit
Ta_ undrar ikki, at íbú_arney_in í høvu_ssta_num er millum mest tyngjandi orsøkirnar til fátækradømi_ hjá einligu forsyrgjarunum. Í kanningini frá RUC liggja leiguútrei_slurnar hjá mammunum millum 0 og 6000 kr. um mána_in. Og tá ongin bústa_artrygging (boligsikring) er í Føroyum, ger hetta stø_una hjá fátæku familjunum meira vónleysa.

Familjan er trygdarneti_
Familjan og sosiala netverki_ hevur ómetaliga stóran t_dning fyri kvinnurnar, og kanningin vísir, at tær, sum hava eitt veikt sosialt netverk, samstundis eru tær, sum hava torførast vi_ at fáa gerandisdagin at hanga saman. Fleiri av kvinnunum búgva inni hjá foreldrum ella a_rari familju, og tær fáa mat, klæ_i, barnagentu og sálarligan stu_ul frá familjunum.
Samstundis siga nakrar av kvinnunum, eitt nú 35 ára gamla mamman at trimum børnum, at hon ikki ynskir at vera bundin av familju og vinum, men at hon kortini noy_ist at búgva inni. Sama kvinnan hevur 2500 kr at rá_a yvir til sín og børnini um mána_in. Men hon fær kjøt og fisk frá gó_um fólki í familjuni, og hon fær frukt og grønmeti frá tveimum sjálvbodnum fólkum í Havn, sum b_ta nærum útgingnar vørur frá matvøruhandlum í b_num. Kvinnan grei_ir frá, at hon sær seg noydda til at yvirtrekkja kontuna hvønn mána_, frá tannlæknanum fær hon avdráttarskipan og telefonin var_ ikki goldin, tá dótturin var_ fermd. Hon fær onga hjálp frá sosialu myndugleikunum, av tí, at hon hevur fulltí_arstarv, og hon fílist á, at um hon hev_i veri_ misn_tari ella drykkikvinna, so hev_i hon fingi_ hjálp.

Vónbrotnar av málsvi_ger_
Sambært einligu mammunum, sum teir lesandi á RUC hava práta_ vi_, er sambandi_ og samskifti_ vi_ sosialu mynduleikarnar millum mest tyngjandi tættirnar í gerandisdegnum. Flestu kvinnurnar hava líti_ gott at bera málsvi_ger_ini, og tær skilja eitt nú ikki, at ta_ skal vera so torført at fáa ískoyti til inntøkuna, tá hon er ov lág. Kvinnurnar vera sálda_ar frá í sosialu skipanini, tí mett ver_ur, at tær eiga at megna at forsygja sær og sínum.
Ein av mammunum í kanningini, sum er lesandi og arbei_ir sum bartendari hvørt vikuskifti, grei_ir frá, at hon ongantí_ hev_i ætla_ at seta seg í samband vi_ sosialu myndugleikarnar, tí hon ynskti sjálv at forsyrgja sær og sínum. Men til endans var stø_an vor_in so vónleys fyri hana og børnini, at hon kortini fór krúpandi til teirra. Og hon grei_ir frá, hvussu ey_m_kjandi ta_ kendist, eitt nú, at skula kæra eina skeiva avger_ frá myndugleikunum.

Sálarliga tr_sti_
Felags fyri kvinnurnar í kanningini er, at tær hava gott mót upp á lívi_, og at tær eru sannførdar um, at trongu fíggjarligu korini fara bert at vera galdandi í eitt styttri tí_arskei_ í lívinum.
Samstundis siga fleiri teirra seg skammast av vánaligu stø_uni, og at tær eru flóvar av at noy_ast at dúva upp á onnur. Øll orka fer til at ra_festa tí_ina og allar íløgur mugu umhugsast gjølla. Fyri allar kvinnurnar er galdandi, at trivna_urin hjá børnunum og teirra møguleikar at taka lut í vanligum virksemi kemur í fyrstu rø_, me_an tørvurin hjá mammunum, eitt nú at koma út millum fólk, má lúta.

Útbúgving loysir seg ikki
Anna_ sum kvinnurnar fílast á, er at ta_ nærum er ógjørligt hjá einligum forsyrgjarumat nema sær eina útbúgving í Føroyum. Um tær fara undir lesna_ ver_a tær koyrdar úr sosialu skipanini og skulu liva av vanligum studningi til lesandi. Tær ver_a sostatt ikki mettar at hava tørv á fíggjarligum stu_li, og má hetta sigast at standa í andsøgn vi_ allar visiónir fyri framtí_ar Føroyar

Betri_ korini
Tey tríggir lesandi á RUC, Fró_i Jacobsen, Jóhann Lützen og Rókur J. Jacobsen, mæla í kanningini til, at lagt ver_ur í annan bógv, hvat vi_víkur sosialpolitisku ra_festingina í landinum. Í dag ver_ur stø_i_ tiki_ í at bjarga teimum, sum eru farin út av rókini, me_an rættari hev_i veri_ at fyribyrgt at fólk komu so langt. Í mun til einligar mammur í Føroyum meta teir tríggir, at tørvur er á skjótari og mi_vísari málsvi_ger_, sum tekur stø_i_ í heildarstø_uni hjá einstøku familjuni.
Harumframt meta teir tríggir, at tørvur er á at ásetingarnar um upphæddurnar á sosialum veitingum eiga at vera á einum somiki_ hóskandi stø_i, at tær einligu mammurnar kunnu hava rá_ til ein hampuligan bústa_ uttan at ta_ skal koppa allari fíggjarætlanini hjá familjunum. Hetta útfrá teirri sannroynd, at ongin íbú_arstu_ul finst í Føroyum.
Av tí at íbú_arney_in er so stór, mæla teir tríggir eisini til ein mi_vísari bústa_arpolitik, sum kann bøta um vánirnar hjá teimum, sum ikki fáa fylgt vi_, og teir vísa á ovurstóra tørvin á betri og bíligari íbú_ir til stakir forsyrgjarar og a_rar láginntøkubólkar.