Ein vegur út í lívið

– Á skúlanum sleppa næmingarnir at brúka síni skapandi evni, bæði tá ræður um mat og handverk, og her verður hugsað grønt, burðardygt og heilsugott, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri

Seinastu 30 árini hevur hon verið ímyndin av Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík. Her hevur hon verið leiðari og hevur saman við øðrum góðum fólkum givið nýgg jum ættarliðum íblástur og útbúgving til at liva eitt heilsugott og burðardygt lív.

 

Kvinnan er Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum flestu munnu seta í samband við heilsugóðan mat.

 

Støðið undir húsarhaldsskúlanum er sterka føroyska matmentanin við norðurlendskum ísletti, umfram alt tað kreativa, sum eisini er ein partur av okkara mentanararvi.

 

Hetta er eisini ein vistarskúli, og tí hevur sosiala samveran og verklig læra stóran týdning. Dentur verður lagdur á at sameina vitan um mat og heilsu, húsarhaldsbúskap, handverk og sjálvbjargni.

 

Húsarhaldsskúlin er ein nútímans og kreativur skúli.

 

Skúlin er innbjóðandi við nógvum hugnaligum krókum og spennandi rúmum – eitt heimligt stað, sum eisini angar av nýbakaðum og kreativiteti.

 

Næmingarnir sleppa at brúka síni skapandi evni, bæði tá ræður um mat og handverk, og her verður hugsað grønt, burðardygt og heilsugott.

 

Allir næmingarnir búgva á skúlanum, og her er pláss fyri 21 næmingum, gentum og dreing jum. Í

 

frítíðini er ymiskt virksemi ein týðandi partur av uppihaldinum.

 

Tá nógv ungfólk húsast undir somu lon, er ógvuliga umráðandi, at øll hava tað gott saman.

 

Tí verður stórur dentur lagdur á felagslívið – at næmingarnir læra at virða hvønn annan, vísa ábyrgd og taka atlit hvør fyri øðrum.

 

Næmingarnir læra eina rúgvu um mat, matmentan, tilfeingi, kropp, heilsu og rørslu, og her verður lært um alskyns hondarbeiði, eitt nú at seyma síni egnu føroysku klæði, eins og lært verður um glaslist, arbeiði við silvuri og ymiskt annað.

 

Næmingarnir ferðast nógv í egnum landi, og skipað verður fyri hugnakvøldum og mentanartiltøkum.

 

Sum skúlastjórin tekur til, so eru skeiðini á skúlanum bæði heimlig, hugnalig og herlig, og tey geva næmingunum almennandi undirvísing.

 

– Vit byrja umleið hálvan august, og skeiðið varar til hálvan februar – ella í 26 vikur. Einasta treyt fyri upptøku er, at tú ert 15 ár við skeiðsbyrjan, og skúlin er ein fantastiskur møguleiki til at fóta sær víðari í lívinum, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.

 

Tey styttru skeiðini eru eisini ein týðandi táttur í virksemi skúlans.

 

– Vit skipa fyri ymiskum hondarbeiðsskeiðum, bæði sum vikuskiftisskeið og sum vikuskeið. Vit hava serliga lagt okkum eftir tjóðbúnanum og hava havt skeið í eitt nú at seyma vestar, buksur, skjúrt, kot, eins og vit hava broderingsskeið.

 

Skúlastjórin vísir á, at skeiðini “Kreativa vikan” er eitt vikuskeið, sum er samansett av ymiskum verkstovum, har innihaldið bæði er um handarbeiði og mat.

 

– Hetta eru alt skeið, sum eru fullteknað eftir bert fáum tímum, so tað er rættiliga hugaligt, sigur hon.

 

Lívsstílsskeiðið er eitt afturvendandi skeið, sum hevur rættiliga stóran áhuga. Her verður undirvíst í vanabroyting, hvat skal til fyri at broyta matvanar at vit ikki hugsa svart/ hvítt um mat, og at forboð ikki er vegurin til sunnari lívsstíl.

 

Taraskeið er aftur á skránni í vár. Hetta er ein spennandi verkstova, har tú fært innlit í tarasløg, taralívfrøði, tara í matgerð og annað gott.

 

Jóhanna á Tjaldrafløtti og Agnes Mols Mortensen, sum báðar eru tilnevndar Embla-virðisløn, ið eru skeiðshaldarar.

 

vilmund@sosialurin.fo

 

 

 

Fakta

 

  • Várskeiðini, sum kunnað verður um á heimasíðu skúlans – husarhaldsskulin. fo – eru fleiri, og tá tú fert inn á heimasíðuna, sæst eisini, hvørji skeið longu eru fullteknað.
  • Seyma vest til føroysk klæði (3.-5. mars & 10.-12. mars).
  • Brodering til føroysk klæði (Skeið 1: 3.-5. mars & 17.-19. mars. Skeið 2: 24.-26. mars & 31. mars-1. apríl).
  • Seyma kot til føroysk klæði (18.-19. mars, 25.-26. mars & 1.-2. apríl).
  • Seyma buksur til føroysk klæði (25.-26. mars & 31. mars-1. apríl).
  • Seyma skjúrt til føroysk klæði (21.-23. apríl).
  • Taraskeið (23. apríl).
  • Matvørureinføri/ matvørutrygd (28.-29. apríl).
  • Kokkaskúli fyri børn (30. apríl).
  • Kreativa vikan (3 skeið frá 2. mai til 3. juni)
  • Lýst verður á heimasíðu skúlans um skeiðini í lívsstíli og vanabroyting.