Nevndarstríð
Tað er eingin loyna, at úrslitini hjá fremsta mansliðinum hjá KÍ hava verið alt annað enn góð seinastu vikurnar. Tvey fylgjandi stórtap, harav serliga norðoyustevnudysturin móti uppflytarunum úr EB/Streymi hevur nívt, hevur í mangar mátar verið meira, enn viðhaldsfólkini hava vilja góðtikið.
Ein avleiðing av hesum varð, at fóitbóltsnevndin í felagnum sunnukvøldið innkallaði starvsnevndina í felagnum til fundar.
Bikarið fleyt yvir
Karl Birgir Isaksen, sum er formaður í fótbóltsnevndini, vil sum so ikki upplýsa nágreinuliga, hvat var á skránni annað enn tað, at talan var um fleiri innanhýsis viðurskifti í felagnum.
- Orsøkin til fundin var tann, at vit ikki meta okkum kunna liva við støðuni, sum hon er, sigur Karl Birgir Isaksen.
- Tað sama er eisini galdandi fyri bæði áskoðarar og sponsorar, og tí gjørdu vit sunnukvøldið av at kalla nevndina til fundar.
- Á fundinum høvdu vit ymisk uppskot um, hvørjar broytingar kundu verið framdar, men sum so varð eingin niðurstøða gjørd á fundinum. Semja var tó um, at tað, sum tosað varð um á fundinum, ikki skuldi út um teir fýra veggirnar, sum vit sótu innanfyri.
- Tað, sum síðani hendi, er, at vit mánakvøldið kunnu lesa á portal.fo, at ein nevndarlimur hjá starvsnevndini hevur úttala seg um fundin, og tað var tann so vælkendi dropin, sum fekk bikari at flóta yvir, sigur Karl Birgir.
Víðari sigur formaðurin í fótbóltsnevndini, at úrslitið av hesum varð, at allir limirnir í fótbóltsnevndini hava gjørt av at leggja arbeiðið niður.
Blokera
Við at leggja arbeiðið niður, hevur fótbóltsnevndin á ein hátt eisini lagt eina blokadu móti felagnum. Skal nýggj nevnd veljast, krevur hetta ein eykaaðalfund, meðan støðan hevði verið munandi lættari hjá starvsnevndini at handfarið, um fótbóltsnevndin ístaðin hevði lagt frá sær.
- Tað, sum er farið fram í hesum, má metast somikið óseriøst, at vit ikki kunnu halda áfram at arbeiða eftir hesum leisti. KÍ er stoltleikin hjá Klaksvíkini, og og vit meta okkum ikki kunna liva við støðuni í felagnum, sum hon er nú.
- Tað eru ikki bert úrslitini, sum hava viðført hetta. Yvirhøvur sakna vit eina skipaða ætlan við felagnum, har allir karmar og ein heildarpolitikkur eru lagdir til rættis. Hetta er nakað, sum vit hava víst á frá byrjan, og vit hava so ikki flutt okkum ein tumma í hesari fatan, og eisini halda vit okkum umboða fjøldina í Klaksvík í hesum spurningi.
- Um tað so er leikaratilfarið, sum ikki er til staðar, ella um venjarin ikki er nóg góður, ella um atburðurin hjá leikarunum ikki er nóg góður, ella um orsøkin er ein onnur, kann sum so vera tað sama. Neyðugt er við skipaðum viðurskiftum á øllum økjum, og tað er tað, vit vilja hava.
Tung avgerð
At fótbóltsnevndin leggur arbeiðið niður, kann í ringasta føri fáa katastrofalar fyri felagið. Nevndin tekur sær av øllum tí praktiska arbeiðinum í felagnum, meðan sjálv starvsnevndin situr við fíggjarligu ábyrgdini.
Hetta merkir millum annað, at komandi vikuskifti er eingin at taka sær av at leggja allar dystirnar til rættis, finna dómarar til hesar, geva útiliðum boð, o.s.fr. Verður hetta arbeiði ikki gjørt, er torført at ímynda sær, hvussu ásettu dystirnir kunnu greiðast frá hondini, og so stendur felagið við einum sera stórum trupulleika.
Meðan Karl Birgir greiðir frá hesum, er skilligt á málinum, at hetta hevur verið ein avgerð, sum hevur verið alt annað enn løtt at tikið.
- Nei tað hevur tað so avgjørt ikki verið. Okkara aðalmál er sjálvandi, at tað skal ganga KÍ væl, og tað ynskja vit eisini framyvir. Eftir seinastu hendingarnar halda vit tað tó vera neyðugt við einari uppgerð millum fótbóltsnevnd, starvsnevnd og venjara, tí tað er heilt víst, at núverandi støðuni kunnu vit ikki liva við, sigur Karl Birgir at enda.
Umframt Karl Birgir Isaksen sita Odd Færø, Jórun Jacobsen, Allan Joensen og Manne Høgnesen í fótbóltsnevndini hjá KÍ. Ístaðin fyri Allan, sum sjálvur spælir á fyrsta liði, var tað Guttorm Sørensen, varalimur, sum tók støðu í málinum.










