Ein undrunarverd eftirlitsfrágreiðing hjá Sjúrði Rasmussen

Í dag týsdag tann 8. oktober 2013 hevur løgmaður fingið frágreiðing frá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðiligum ráðgeva hjá løgmanni um skáfjarðarleiðina, sum er at lesa á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.


Frágreiðingin er givin sambært § 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini:

”Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.”

Hendan ítøkiliga frágreiðingin handlar um, hvørt Kári P. Højgaard, fyrrv. landsstýrismaður í innlendismálum, hevur borið seg ólógliga at í embætisførslu síni í samband við ætlanina um at fara undir at gera ein undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sí síðu 1 í frágreiðingini.

Undirritaði er sjálvur útbúgvin cand.jur frá lærda háskúlanum í Keypannahavn. Undirritaði hevur skrivað bachelor- og serrtigerð í stjórnarrætti og hevur eisini royndir undir lesnaðinum sum undirvísari í fakinum á universitetinum í Keypmannahavn. Við míni vitan og mínum áhuga fyri fakinum, kann eg ikki heilt lata vera við at koma við nøkrum viðmerkingum til frágreiðingina hjá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðingi, um tað sera umstrídda málið um Eysturoyartunnilin. 

Fyrst av øllum er tað undrunarvert, at Sjúrður Rasmussen, sum embætismaður - og sum liður í eftirlitsskyldu løgmansins sambært § 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini - leggur út við at siga, at "Hendan frágreiðingin er ikki – og gevur seg ikki út fyri at vera – óheft". Víðari skrivar Sjúrður Rasmussen, at ”frágreiðingin ikki er ein dómur, men ein meiri ella minni óviss forsøgn um úrslitið av einum hugsaðum rættarmáli.” Altso, skal eftirlitsskyldan hjá løgmanni sambært stýrisskipanarlógini vera ein meiri ella minni óviss politiskt heft forsøgn um úrslitið av einum hugsaðum rættarmáli?!? Tað virkar ikki sum ein serliga betryggjandi eftirlitsskylda í míni verð.

Sjúrður Rasmussen greiðir frá, at ”metodan, ella arbeiðsháttarlagið, undir frágreiðingini er at samanbera faktum, soleiðis sum tað er upplýst við rættarkeldum, t.e. lógum, kunngerðir útskrivaðar við heimild í lóg, dómsvenju, løgfrøðiligar bókmentir og náttúru málsins…”, sí síðu 2. 

Tað er sostatt ikki vanligt, at ein juridiskur rithøvundurin ikki sipar til nakra dómsvenju ella løgfrøðilga bókmentu, sum undirbyggir sína frágreiðing. Rithøvundurin sipar einans til Løgtingslóg um at fara undir at gera undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð (hereftir nevnt, ”tunnilslógin”). 

Um sjálvt innihaldið í frágreiðingini viðgerð Sjúrður Rasmussen slettis ikki spurningin, hvørt materiella heimildin at veita einkarætt var í lagi. Sjúrður Rasmussen skrivar, at tað var heimild til at avtala ”break fee”, tí tann heimildin liggur sambært rithøvundinum í teimum játtaðu 6 milliónunum á fíggjarlógini fyri 2013, sí síðu 3 í frágreiðingini. 

Rithøvundurin hoppar sostatt uppum tann nokk mest áhugaverda og sentrala spurningin í hesum málinum: Var tað yvirhøvur heimild í tunnilslógini at ”veita einkarætt” til eitt privat felag? 

Hvar er heimildin?
Lesa vit orðaljóðið í § 2, stk. 3 i tunnilslógini, so stendur: 

”Um landsstýrismaðurin ikki nýtir heimildina at geva P/F Skálafjarðartunlinum einkarættin í seinasta lagi 1. august 2011, fellur heimildin burtur, uttan so at landsstýrismaðurin í staðin ger av at bjóða út einkarættin í fríari kapping, við tí endamáli at geva øðrum einkarættin. Um so er, verður landsstýrismanninum heimilað at gera ein sáttmála um einkarætt við tann, sum út frá einari samlaðari meting má metast at hava givið besta tilboðið.” 

Sum flestum kunnugt bleiv freistin við løgtingslóg nr. 35 frá 6. mei 2011 longd frá 1. november 2010 til 1. august 2011. Tískil skal 1. november í viðmerkingunum til upprunalógina lesast sum 1. august 2011:

Á síðu 15 í nevndu viðmerkingum stendur: 

”Tað verður gingið út frá, at kappingarútsetingin í tíð verður samanhangandi við 1. november 2010. Tað snýr seg sostatt ikki um eina standandi heimild til landsstýrið, sum kann verða brúkt uttan tíðaravmarking.”

Kravið er sostatt, at talan skal vera um samanhang í tíð við 1. aug. 2010, sum við omanfyri nevndu løgtingslóg bleiv útsett til 1. aug. 2011. Um vit fara aftur í tíðina til tann 2. august 2011 var táverandi landsstýrismaður í innlendismálum, John Johannesen, úti í miðlunum og boðaði frá, at hann ætlaði sær ikki at brúka heimildina at bjóða verkætlanina út í fríari kapping. Kárið P. Højgaard harmaðist mikið um ta avgerðina, sí Dag og Viku frá 2. august 2011.

Løgtingval var ikki fyrr enn 29. oktober 2011, og samgongan bleiv fyrst stovnað tann 14. november 2011, sí samgonguskjalið. Tískil er kravið um samanhang í tíð við 1. august 2011 eftir mínum tykki við støði í lógarviðmerkingunum langt frá uppfylt. 

”Break Fee”
Fyri at koma inn á break fea ella ”bótina” fyri ikki at gera semju innan tann 31. august 2013 hava løgmaður og nakrir dulnevndir løgfrøðingar (og nú eisini Sjúrður Rasmussen) verið frammi og sagt, at játtanin á 6 milliónir á fíggjarlóg fyri 2013 er bæði heimild til ”break fee” og til at ”veita einarætt” til eitt privat felag.

Lesa vit viðmerkingarnar til fíggjarlógina á síðu 373, so stendur undir heitinum Eysturoyartunnilin – fyrireiking til útbjóðing (mín markering):

”Innlendismálaráðið er farið undir at fyrireika útbjóðing av verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin. Tað eru játtaðar 6,0 mió. krónur til endamálið í 2013. Tann, ið fær einkarætt at gera tunnilin, verður at endurrinda landinum hesar útreiðslur.”

At seta pening av til ”fyrireiking til útbjóðing” á fíggjarlóg er langt frá heimild til at ”veita einkarætt” sambært aðrari lóg, sí eisini orðingina: ”Tann, ið fær einkarætt at gera tunnilin, verður at endurrinda landinum hesar útreiðslur.” Hesin aktørurin er ikki funnin og kann bert finnast eftir fríari kapping sambært gyldigari lógarheimild. 

Lurtaðu vit eftir kjakinum í sjónvarpinum týskvøldið tann 1. okt. 2013, upplýsti Kári P Højgaard, at játtaði peningurin var settur av til at gera ymsar forkanningar í samband við verkætlanina. Løgtingið kann sjálvandi játta pening til slíkar forkanninar, um landið einaferð í tíðini ætlar at bjóða verkætlanina út. Men tað er ikki heimild til at ”veita einkarætt”.

Harafturat er játtanin á 6. mió til forkanningar klárt treytað av, at tann, ið fær einkarættin, skal endurrinda landinum hesa upphædd. Av tí at játtanin er treytað av, at hon skal endurrindast, er tað í náttúru málsins (sagens natur) ikki heimild til at gera semju um ”break fee”, ið IKKI verður endurrindað. Harafturat kendi løgtingið eiheldur til nakran loyniligan klausul um break fee, so har er eiheldur demokratiskur vilji aftanfyri játtanina á 6 milliónir til ”break fee”.

Stýrisskipanarlógin ásetur greitt í § 43, stk. 2:

”Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Tó kann í tíðarskeiðinum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er endað, verða ávístur peningur av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, ið havdar eru í farna fíggjarári.” 

Um "break fee" verður goldið uttan heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, kann landsstýrismaður ella løgmaður revsast sambært grein 5, stk. 1 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, ið ásetur: 

"Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara." 

Harafturat kann landið reisa endurgjaldskrav móti løgmanni ella landsstýrismanni sambært § 10 í log um ábyrgd landsstýrisins: 

”Viðvíkjandi endurgjaldsábyrgd í sambandi við gerðir løgmans ella landsstýrismanna eru galdandi tær vanligu reglurnar um endurgjald fyri skaða, sum persónur í landsins tænastu hevur gjørt.”

Teir tagdu upplýsingarnir:
Viðvíkjandi upplýsingunum, sum løgtingið aldrin fekk m.a. 11 síður av ramandi kritikki av málinum frá umsitingini í innlendismálaráðnum, og útrokningar frá Landsverk, vil rithøvundurin sum løgfrøðingur ikki avgera, í hvønn mun hesar eru av stórum týdningi fyri løgtingið ella ei. Tað er rætt, at tað sum so er torført hjá einum løgfrøðingi við vanligum løgfrøðiligum háttalagi at siga, hvat er av stórum týdningi fyri tingsins meting. Tó roknar Sjúrður Rasmussen við, at manglandi upplýsingurin skal vera av slíkum slagi, at hann veruliga ger mun hjá tí einstaka tingmanninum, tá ið hann skal taka støðu til, um hann atkvøður fyri ella ímóti, sí síðu 5 og 6 í frágreiðingini. 

Og hví skuldi hann ikki verið tað? Talan er í málinum um størsta og nokk eisini dýrastu byggiverkætlan í Føroya søgu. Longu tískil hevur fólkið og tess umboð á tingi allahelst stóran áhuga í at kenna útrokningarnar hjá landsins fremsta ráðgevarastovni á økinum. Harafturat hevur fólkið eisini ein demokratiskan áhuga í, at tess fólkavaldu umboð í einum demokratiskum rættarsamfelag kunnu lóggeva út frá einum upplýstum grundarlagi í samsvar við tingskipanina. Tingsins demokratiska viðgerð burdi ikki verið avmarkað ella dikterað - av einum privatum vinnufelag. Slíkt hoyrir ongastaðnis heima í einum demokratiskum rættarsamfelag. 

Tá ið neyvan nøkur materiel heimild var fyri at ”veita einkarætt”, tí kravið um samanhang í tíð ikki var uppfylt, burdi løgmaður sostatt fyri langari tíð síðani ført eitt munandi betri eftirlit við, at táverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum fyrisat sítt málsøkið á fullgóðan og lógligan hátt, sí § 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini. Sama er galdandi viðvíkjandi loyniliga klausulinum um ”break fee”, hvørt útgjald neyvan hevur nakra greiða fíggjarliga heimild og teimum væntandi upplýsingunum fyri tingsins viðgerð av málinum. Frágreiðingin hjá Sjúrði Rasmussen burdi tískil komið fyri langari tíð síðani og við nøkrum øðrvísi niðurstøðum.