Ein tungur burður

Vit sótu har. Klokkan var næstan fýra á flatlondum. Tíðindi skuldu vera í Føroyum, og so skuldu vit í luftina. Gestirnir vóru komnir. Skipanin var testað út í æsir

Tíðindaskrivið var komið í fleiri miðlar. Alt Facebook var fult av viðmerkingum um sendingina, og vit høvdu eis­ini sjálvi lagt myndir út allan dagin. Nú skuldi tað vera. Nú skuldu vit vísa øll­um, hvør dugur var í okkum...
Størri antiklimaks enn ikki at sleppa í luftina finst valla. Vit høvdu glett okkum so nógv og fyrireikað okkum so væl, men so regulert krasj­ar plan A beint sum vit skulu í luftina!? Vit hava ikki eingong tíð til at seta plan B í verk. So situr mann har, og má bara finna seg í, at nakrar sangir fara frá í Føroyum, meðan vit vóna vóna, at alt blívur betur. Minuttirnir ganga, og vit koma framvegis ikki í luftina. Frustratiónin gerst fullkomin, tá vit finna útav, at nú verður ikki pláss fyri tí vit hava ætlað okkum í fyrra tímanum. Men alt kann gerast verri. Fyrri tímin blívur liðugur, og vit hava framvegis ikki eingong sagt »Hey«.
Undir næstu tíðinda­send­ingini fáa vit boð á Facebook; fólk hoyra okkurt aftanfyri tíðindavertin. Men tað eru ikki vit. Vit vita, at fólk ómøguliga kunnu hoyra okkum.
Altjóða viðurkenda skip­an­in, sum Rás2 hevur brúkt ofta áður riggar ikki. Skipanin, sum Kringvarpið brúkti, tá teirra egna heima­síða krasjaði til løgtingsvalið, dugir bara at siga: »Service is temporarily unavailable.«
Unavailable meg í...
Sms-boð og facebook spurn­­ingar koma samstundis streym­andi inn. Tað byrjar at ganga upp fyri okkum, at hetta er nakað fólk hava glett seg til. Tey sita faktiskt og lurta beint nú, meðan vit sita sum bitið í lort, og tey hoyra onki uttan greatest hits.
So byrjar mann at spyrja hví. Hví hendi hetta fyri okk­um? Hví beint nú? Vit hava testað tað, gestirnir í køk­inum sita og bíða, og tað ringasta av øllum: Vit hava snýtt okkara lurtarar, sum vit hava lokkað í fleiri dagar!
Vit hyggja upp í luftina at leita eftir svari á stóra alvald­andi internetinum, sum hevur svikið okkum so dyggi­liga – kanska enntá til onkr­ar hægri maktir. Men vit mugu bara góðtaka ýlandi tøgnina.
Tá vit einaferð koma í luft­ina og skulu kappast við hálvfinaluna um Løgmans­steypið millum EB/Streym og HB eru frustratiónirnar ikki soleiðis at kasta av sær. Men vit fara í gongd. Royna at vera so dugnalig og glað sum gjørligt, og so hvørt sum vit koma inn í sendingina byrja tankarnir: »Hov. Hetta er faktiskt heilt í ordan. Vit byrja at liva. Vit hava faktiskt funnið uppá okkurt rættiliga kul«
Og tað er júst hetta vit fara at taka við okkum her­frá. Føðingin var øgilig.
Útvarpsbarnið var í veruleikanum deyðføtt, men tað vaknaði aftur, og við in­tens­ari uppaling verður tað vónandi klárt at yvirtaka før­oyska luftrúmið og ein part av tí danska komandi miku­dag!