Ein tikkandi bumba undir føroyska samfelagnum

Í hvørjum einasta flokki á løgtingi verður útlendingapolitikkurin hjá landsstýrinum sáplaður niður og tinglimir úr samgonguni eru serliga hvassorðaðir

Útlendingapolitikkur

 Ein tikkandi bumba. Stór vanærilig skomm. Ein skammblettur fyri Føroyar.
Hetta er skoðsmálið, sum útlendingapolitikkurin hjá landsstýrinum fær frá øllum flokkum á Løgtingi. Mikudagin umrøddi løgtingið útlendingapolitikkin og har vóru ikki minst tinglimir úr samgonguni hvassorðaðir.
Vit hava tikið ein samandrátt av orðaskiftinum.
John Johannesen vildi hava at vita, hvat er hent í innlendismálaráðnum. Hann vildi hava at vita um umsitingin í innlendismálaráðnum hevði fingið politisk harraboð til at senda úlendingar av landinum, ella um talan var um politiskan hugburður, ella væntandi umsitingarliga orku.
Hann vísti eisini, at danir hava boðað frá, at teir fylgja tilmælum í Føroyum.
Bill Justinussen sigur, at danska stjørnin hevur boðað heilt greitt frá, at føroyingar fáa útlendingamálini avgreidd sum vit sjálvir vilja og tí ber ikki til at geva dømum skyldina. Nýggi landsstýrismaðurin hevur tí ein einastandandi møguleika at geva teimum útlendingum, sum longu eru her, frið at liva.
Olav Enemoto minti á, at upgávan hjá løgtinginum er eisini at røkja áhugamálini hjá arbeiðsleysum føroyingum og ikki bara hjá útlendingum í Føriyuum.
Jørgen Niclasen staðfesti, at tað er bara eitt at gera og tað er at yvirtaka málsøkið so at vit fáa eina lóg sum samsvarar við politiska viljan í Føroyum. Í løtuni er lógin donsk og tí er tað ein danskur myndugleiki, sum tekur avgerðir og vit hava mangan staðfest, at avgerðirnar eru ikki í samsvari í politiska viljan í Føroyum.
Hergeir Nielsen harmaðist um at avtalan, sum Høgni Hoydal fekk í lag, ikki varðsett í verk, tí so høvdu vit havt eina virðiliga umsiting á økinum
Marjus Dam helt, at talan var um ein rættiliga stórur trupulleiki, bæði hjá løgtingi og í samgongu. Talan er um fólk, sum hava gjørt eitt stórt arbeiða her á landi og vit skylda teimum eina virðiliga viðferð, men tað fáa tey ikki. Tað er skeivt at geva dønum skyldina, tí teir hava boðað frá, at vit fáa tað sum vit vilja hava tað á útlendingaøkinum.
Heidi Petersen vildi hava at vita, nær samgongan ætlaði at loysa útlendingamálið, tí nú vóru tvey ár gingin, uttan at nakað hendi. Einasti møguleiki at fáa eina loysn, sum vit kunnu góðtaka, er at yvirtaka málsøkið.
Kaj Leo Johannesen helt, at tað, sum hendir í útlendingamálinum er ein skammblettur, bæði fyri samgonguna og fyri sambandsflokkin, fólkaflokkin og javnaðarflokkin. Hann vildi tí hava tað nágreiniliga útgreinað, hvat hendi, tá ið hjúnini í Sørvági vórðu víst av landinum, so navn kundi setast á tann ella tey, sum hava skyldina. Sjálvur helt hann, at ongin hevur skyldina, uttan samgongan sjálv.
Annita á Fríðriksmørk harmaðist um, at skilagóð fólk verða útflutt. Her er talan um fólk, sum hava lagt nógv gott eftir seg í Føroyum og sum fegin vilja vera verandi her.Tí er ongin orsøk at senda tey av landinum. Vit hava heldur ongar trupulleikar av innflytarum, kanska hava vit tvørturímóti ov fáar útlendingar her, so vit eiga at hjúkla um teir, sum eru her.
Finnur Helmsdal vildi hava at vita um nýggi landsstýrismaðurin ætlaði at halda fram eftir somu leið sum undanmaður hansara. Hann hugsaði serliga um teir útlendingar, sum longu er her, sum hava tillagað seg føroyska samfelagið og sum eru fult intigrerað í føroyska samfelagnum. Tað er ímóti allari nýmótans hugsan at senda slík fólk av landinum.
Kári P.Højgaard helt ikki at nakar á Føroya Løgtingi kann liva við støðuni, sum hon er nú. Fleiri útlendingar í Føroyum hava tænt føroyska samfelagnum væl og nógv eiga bæði hús og heim her, men tey ganga í støðugum ótta fyri at send av landinum. Tað er ikki nøktandi og hetta taka vit als ikki undir við.
Kristian Magnussen helt, at tað, sum fer fram í Føroyum í dag, er stór, vanærilig skomm. Onki folk ferðast so nógv í onnur lond at arbeiða, sum júst føroyingar og tað er at skammast yvir at vit skulu bera okkum at ímóti teimum, sum koma til okkara.
Gerhard Lognberg staðfesti, at føroyingar hava verið væl móttiknir, har teir hava verið og arbeitt. Hann helt, at fólk, sum hava verið í Føroyum í nógv ár og eiga hús her, eiga at sleppa at verða verandi. Hann ávaraði kortini ímóti at geva heilt leyst, men tey, sum hava sett seg niður her, eiga at verða viðfarin sum føroyingar.
Alfred Olsen segði, at øll, sum eru í Føroyum, eiga at fáa eina virðiliga viðgerð, men tað, sum er farið fram, er óvirðligt. Hann sigur, at tað ber ikki til at geva dønum skyldina, tí vit hava fingið at vita, at umsóknir liggja í innlendismálaráðnum í mánaðir og ár og tá er spurningurin um rættartrygdin er í ordan.
Tórbjørn Jacobsen staðfesti, at talan er ikki um eitt føroyskt málsøki og tí eru tað danir, sum hava ábyrgdina av málsøkinum Men er ætlanin at yvirtaka málsøkið, er tjóðveldisflokkurin altíð klárur.
Jóhan Dahl fegnast um at semja er í løgtinginum um, at støðan er ikki nøktandi, hóast málið ikki verður umsitið hareftir. Tað, sum fer fram nú, er stór vanærilig skomm fyri okkum sum tjóð. Hann kravdi, at fólkaflokkurin, sum umsitur málð, tekur annað skinn um bak tí hann staðfesti, at danska stjórnin hevur greitt boðað frá, at útlendingapolitikkurin verður umsitin akkurát soleiðis, sum føroyingar vilja hava, at hann skal vera umsitin. Tað, sum fer fram nú, oyðileggur okkara umdømi uttanlands og tað er ein vanlukka fyri Føroyar. Talan er um fólk, sum hava verið við til at ment okkara land í ítrótti og tí er tað ein skandala, at vit vísa teimum so vanæriliga viðferð. Tað er ótrúligt, at vit lata útlendskar familjur sita á pínubonkinum í mánaðir og ár.
Trupulleikin er, at flokkurin, sum umsitur málsøkið, mishandlar tað, og nú er útlendingamálið blivið ein tikkandi bumba undir føroyska samfelagnum og tí má tað takast upp í samgonguni.
Jákup Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, staðfesti, at tað er ikki rætt, at vit hava fríar heimildir at gera, sum vit vilja, tí vit hava eina danska lóg at halda okkum til og tað mugu vit halda okkum innanfyri. Hann vísti eisini á, at serliga avtalan um ítróttarfólk verður umsitin, soleiðis at tað er á markinum til at fara útum lógina. Hann tók partvís undir við, at viðferðin av útlendingum er vanærilig, tí viðgerðartíðin er ov long, Kortini vísti hann á, at okkara útlendingalóg er munandi linari enn lógin í okkara grannalondum. Hann staðfesti eisini, at útfrá orðaskiftinum, samsvarar útlendingalógin ikki við tingsins vilja, men útlendingalógin er donsk og er gjørd til donsk viðurskifti. Og tað er stóri trupulleikin, heldur hann. Men tær avgerðir, sum eru tiknar, og skulu takast, mugu vera innanfyri lógarinnar karmar, legði hann afturat