Ein tikin fyri rúsdrekkakoyring

Tíðliga leygarmorgunin steðgaði løgreglan einum bili í Vágatunnlinum. Illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður, og førarin noyddist at blása í ballónina. Maðurin bleiv síðani tikin við á politistøðina, har lækni tók blóðroynd av honum. Hann verður nú skuldssettur fyri rúsdrekkakoyring.