Tað sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá EB/Streymi, um avrikið hjá sínum spælarum í málleysa javnleikinum móti Víkingi.
- Vit skulu verða glaðir fyri eitt stig í dag, tí vit spæla ein vánaligan dyst. Vit fáa ikki spælið at rigga og missa nógvar bóltar. Vit eru ikki tættir í teimum í verjustøðu og fáa ikki mótálopini at rigga heldur. Ein tann ringasti dysturin í hesum árinum, sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá EB/Streymi, sum fegnast um at Arnbjørn Hansen aftur var á vøllinum.
- Tað gevur okkum fleiri møguleikar í álopinum. Hann er ikki heilt klárur enn, men klárar at spæla nakrar minuttir her og har, og so kemur summarferian eisini skjótt, sigur Rúni Nolsøe víðari.
Tað hjálpti lítið upp á lagið, at EB/Streymur vann brotssparkskappingina um stevnu steypið.
- Eg vildi heldur havt trý stig, sigur Rúni Nolsøe, sum tó fegnast um góðu gongdina seinastu dystirnar og góða avrikið hjá René Tórgrað í málinum.
Hoyr samrøðuna við Rúna Nolsøe undir greinini.