Føroyavitjan
Ragnhild Ellingsgaard
Fyri stuttum prentaði Sosialurin eina grein, har ein maður úr Onglandi eftirlýsti føroyingum, sum høvdu havt samband við pápa hansara í krígsárunum.
Pápi hansara var staddur í Føroyum í hernaðarørindum, og sonurin vildi fegin fáa eitt slag av sambandi í lag við tey fólk, sum á ein ella annan hátt høvdu havt samband við pápan.
Serliga eftirlýsti hann eina familju í Eysturoynni, har pápin í síni tíð hevði knýtt vinarbond.
Fáar tímar eftir, at greinin hevði staðið í Sosialinum, fekk maðurin sendani teldupostar frá Føroyum. Hetta var alt frá eftirkomarum av familjuni í Eysturoynni.
Fyri stuttum var maðurin á vitjan í Føroyum, har hann í størri mun kom at kenna hesi fólk, sum høvdu staðið pápa hansara so nær.
Niðanfyri hevur hann skrivað eina takkarkvøðu, serliga ætlað teimum, sum gjørdu ferð hansara í Føroyum so minningarríka:
?Tað hevð glett meg stórliga, um Sosialurin kundi prentað hesa takkarkvøðu til teirra, sum gjørdu mína Føroyavitjan so minningarríka.
Tað byrjaði alt, tá eg sendi Sosialinum kunning um faðir mín Joseph McDine, sum tænti undir ?the Royal Artillery? í Føroyum árini 1942 og 1943.
Eg leitaði eftir fólki, sum høvdu samband við pápa mín um tað tíðarmundið - serliga Mikkelsen familjuni úr Eysturoy.
Greinin varð prentað i Sosialinum, og nakrar fáar tímar eftir tók eg ímóti telduposti, sendur frá eftirkomarum av Mikkelsen familjuni.
Tá eg so vitjaði Føroyar seinasta vikuskiftið, komu tey øll og tóku ímóti mær.
At vitja gomlu vinirnar hjá pápa mínum og at síggja tey støð, sum hann kom at kenna so væl á Toftum og Nesi, var sera rørandi.
Fyri meg var tað harumframt nakað heilt serligt at hitta Mikkelsen-genturnar, Poulinu Zachariassen, Simonu Nielsen og Herthu Skylindal. Eitt sindur eldri nú, men enn líka blíðar sum í myndabókini hjá pápa mínum.
Kunningin, sum Jógvan Olsen gav mær um krígstíðina á Toftum og Nesi, var sera áhugaverd, og eg takki honum stórliga ? eisini kvinnunum, sum syrgdu fyri teim undurfullu leskidrykkjunum.
At syngja ?Abide With Me? og teir føroysku sálmarnar við vinunum hjá Jósefi var sera kensluborið fyri meg ? ógloymandi.
Eg havi loyvt mær, við hjálp av mínum sambandi við fólk innan Bretska Hervaldið, at fingið til vega nakrar framsýningarlutir til forminnasavnið á Nesi.
Eisini ætli eg framvegis at hava samband við teir nýggju vinir, ið eg havi funnið. Og eg komi aftur næsta ár !
David McDine, Mount Ephraim, Wheelbarrow Town, Stelling Minnis, Canterbury, Kent, England CT4 6AH.
Teldupostur: david@mcdine.fsnet.co.uk?