Ein tøkk til Nyrup og Fogh fyri at verja okkara fólkaræði og lívsfrælsi!

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, var helst tann fyrsti uttanfyristandandi til yvirordnað at gjøgnumskoða okkara nationalistiska varaløgmann og hansara órealistiska fullveldiseksperiment. Nyrup gjørdist ? sum øllum kunnugt - eitt sindur ópopulerur hjá sitandi samgongu, tí hann tordi at standa ímóti og seta fólkaræðislig krøv um, at møguligar stórbroytingar í ríkisfelagsskapinum skuldu hava ein stórur meirluta av Føroya fólki aftan fyri seg, áðrenn tær vóru settar í verk.

Tað sama hava varaløgmaður og løgmaður eisini lovað alment, men teir gingu frá lyftinum.
Hinvegin stóð Nyrup við sítt lyfti til Føroya fólk um fólkaræðisliga kravið, og við síni professionellu og mangan ósmædu og bersøgnu framferð, hevur Nyrup verið eitt gott bulvirki fyri fólkaræði og lívsfrælsi hjá vanliga føroyinginum. Populistiska fullveldiseksperimentið dumpaði við eitt brak, tá tað møtti Nyrupsa realitetssamráðingum, og vit sluppu harvið undan at fara á ørmundarhús eina ferð aftrat. Seinni fekk løgmaður eisini eyguni upp fyri, hvat fullveldiseksperimentið hjá Høgna Hoydal veruliga var við at føra okkum út í, og tá segði eisini hann stopp!
Frá søguni vita vit, at nationalistisk hugrák, sum hava alt ov nógvan skund, sjáldan eru av tí góða. Fullveldiseksperimentið hjá varaløgmanni er onki undantak í so máta og hevur eisini hjá fleiri anstøðupolitikarum íbirt hugsambond við onnur søgulig skýmaskots fyribrigdi, eitt nú krystalnáttina og talibanframferð. Fullveldiseksperimentið hevur tá saman um kemur minni enn 25% av føroysku veljarunum aftan fyri seg, smb. valið 20. november 2001.
Nyrup eigur sostatt eina stóra tøkk uppiborna fyri sína framskygnu og demokratiskt gevandi bróðurhond til fólkaræðið og lívsfrælsið í Føroyum. Eisini núverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, eigur tøkk uppiborna fyri somu linju og sína annars greiðu og positivu støðu á vitjan síni. Politikkurin landanna millum eigur sjálvandi at førast demokratiskt og javnbjóðis í einum positivum anda. Fólksins avgerð skal byggja á realitetir og ikki á hissini nationalromantiskar dreymamyndir!

Fullveldiseksperimentið
Fullveldiseksperimentið hjá varaløgmanni hevur higartil kostað føroyingum útvið 500 mill. krónur í útreiðslum og mistum inntøkum, haraftrat kemur so tann haturskenda spjaðingin í fólkinum, við góðum ella minni góðum føroyingum? Nationalromantikkurin hjá loysingarfylkingini var eitt vælkent fyribrygdi í fyrru helvt av 19. øld, men er í dag mest at rokna sum ein stagneraður gamlamannadreymur, sum babbasa dreingir kanska kunnu fjarstýrast til at fremja?
Fullveldi ella tjóðarfrælsi á pappírinum er bert eitt av mongum frælsishugtøkum, ið einsamalt als ikki megnar at tryggja okkum nakað sum helst. Var tað so einfalt, at fullveldið gav okkum veingir, so skuldu øll fullveldislondini í Afrika havt tað gott og vælsaktans øll onnur við? Í dag standa fullveldislond annars í kø fyri at sleppa framat til at avgeva meir ella minni av teirra fullveldi til ein komandi EU-ríkisfelagsskap. Man kann so spyrja seg sjálvan, hvør fylgir við tíðini teir ella vit?
Einvenda fullveldiseksperimentið er ein verkætlan uttan nakað ítøkuligt atlit til lívsfrælsið og lívskvalitet føroyinga. Tað tekur als ikki hædd fyri at nútíðar føroyingurin longu hevur eina sosiala tilvitan, sum krevur eitt samhaldsfast lívsfrælsi við nøktandi lívskvaliteti, har andaligt- og hugsjónarlig frælsi er ein sjálvfylgja, og har nøktandi fíggjarviðurskifti skulu til fyri at geva realistiskt spælirúm fyri persónligum- og sosialum frælsi.
Viðhvørt kann ein fáa illgruna um, at hin ágangandi nationalromantiski fullveldisdreymurin í ov stóran mun verður borin uppi av hybridbaseraðu undirlutakenslum, tí tað er loysing fyri loysingina skyld - kosta hvat ið kosta vil, tí ?målet helliger midlet?!

Nationalromantiskt fullveldi kontra lívsfrælsi
Gongdin á arbeiðsmarknaðinum undir loysingarsamgonguni vísir klárt, at fólk ynskir lívsfrælsi og lívskvalitet heldur enn nationalromantiskt fullveldi. Tey mongu verkføllini innan flestu vinnugreinar hava verið beinleiðis fyri persónliga at fáa rúmsáttari fíggjarkarmar og harvið størri lívsfrælsi og lívskvalitet. Einki av hesum verkføllunum hava verið til frama fyri fullveldissakina - ikki eitt.
Einvegis avgerðin um afturbering av 356 milliónum krónum av blokkinum í ótíð, uttan fyrst at seta seg inni í veruliga fíggjarliga tørvin bæði innan skúlaverkið, almannaøkið og heilsuverkið, talar fyri seg. Fiktiva yvirskotið í Landsbanknum er í stóran mun partur av teirri upphædd, sum oman fyri nevndu økir nú standa og mangla. Føroyingar eru eisini nú so smátt farnir at merkja avleiðingarnar av fullveldissparingunum.
Eitt nú eru javnan trupulleikar á skúlunum grundað ov lítla játtan. Sjúkrasystrarnar á B6 fóru í verkfall fyri at vísa á tær praktisku avleiðingarnar av fullveldissparingunum og ta harfrá stavandi fíggjarligu niðurpíningini á deildini. Aðrar deildir siga seg at hava líknandi trupulleikar. Ansingartrupulleikar á barnaøkinum og tann næstan skandaløsa støðan á eldraøkinum, skulu eisini síggjast sum ein fullveldisavleiðing. Alt meðan hetta stendur uppá, bjóða landsstýrismenn sær pensión við 50 ára afturvirkandi kraft, men takkað veri okkara árvaknu pressu so bleiv tað steðgað.
Alt hetta er bert ein byrjan, tí blokkurin fór ikki at minka fyrrenn 1. jan. í ár, og ongar ítøkiligar inntøkukeldur eru enn komnar ístaðin. Um vit hepnast at fáa munandi oljuinntøkur, hví so ikki styrkja og nútímansgera ríkisfelagsskapin til gavns fyri báðar partar heldur enn at niðurbróta. Tað skulu sum kunnugt sterkir herðar til at bera góðar tíðir!
Varaløgmaður, sum áhaldandi hevur ávarað ímóti at danir kundu finna uppá einvegis at skerja blokkin uttan samráðingar, skeyt seg sjálvan í beinið, tá hann - og ikki danir - skerdi blokkin uttan samráðingar.
Men uttan mun til hvussu leikur fer, so hevur varaløgmaður higartil verið føroyingum ein dýrir drongur, og hansara fullveldisátak hevur longu nú máa av okkara lívsfrælsið!