Ein stutt heilsan til Norðborg - og nakað av hugarensli

Nýggja Nordborg er komin til lands. Siglandi tann langa vegin úr Suðuramerika. Hvat dregur menn til at fara í holt vid sovorðna stóra og á pappírinum ótrygga verkætlan? Jú, tað er dirvi, álit á sær sjálvum og ikki minst dugnaskapur

Veiðimenn. Tað er hettar sum øll samfeløg hava brúk fyri. Veiðimenn á øllum økjum. Ikki eru teir lættir at skilja hjá tí vanliga pappírvendaranum, og ei heldur skilir veiðimadurin byrokratin. Soleidis er tað bara. Veiðimaðurin vassar á dýpi, har hann ikki grynnur, men sum oftast lukkast honum á ein ella annan hátt at koma á turt aftur. Stóri trupulleikin er, at hettar fólkaslagið fækkast.

Hví?

Tí tað verður stappað í høvdið á børnum líka frá vøggu í grøv, hvussu týdningarmikið ta er at hava eina trygga tilveru. Færri og færri tora at slíta seg leysan. Og tann sum torir, skal hava harða húð fyri at standa ímóti ágangi frá fjøldini. Fjøldin skapar so einki. Í veruleikanum eru tað einstaklingarnir, sum skapa virðini í hesum samfeløgum, sum vit hava valt at liva í. Fjøldin má bara fylgja við.

Kenni ikki hesar menn, sum hava bygt Nordborg, men havi eygleitt teir upp á fjarstødu.

Úrmælingar.

Tá ringast stóð til, sigldu teir hinumegin klótuna fyri at fáa endarnar at røkka saman. Slíkt eru menn. Hettar ediliga skip er ein veldigur aktivitetur fyri Føroya Land við tí stóru virðisøkingini av tí pelagiska tilfeinginum, sum nú einaferð er vorðið so innskrenkað.

Tað liggur ein stór ábyrgd á politikarunum at skapa so víðar karmar sum gjørligt til hettar skip.

Gódan byrð.

Á fiskileid í Vesturgrønlandi 12.05.2009