Tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Tað sigur vakthavandi hjá løgregluni.
Tey siga, at tað merkist, at hetta er síðst í mánaðinum, og at lønirnar o.s.fr, ikki er goldið enn, tí tað hevur verið rættiliga lítið av fólki í býnum.
Í gjár var eitt ferðsluóhapp á vegastrekkinum ímillum Hósvík og Kollafjørð. Tveir bilar rendu saman, tá ið annar bilurin kom ov langt yvir í vinstru síðu.
Løgreglan sigur, at ongin fólkaskaði hendi, men bilarnir fingu rættiliga stóran skaða.