Ein stórur høgguslokkur í Klaksvík

Í svimjihøllini í Klaksvík sást í dag ein stórur høgguslokkur við níggju armum. Tað boðar tó ikki frá grind, men heldur frá gleði og barnakæti. Svimjihøllin í Klaksvík hevur fingið ein níggjuarmaðan uppblástan høgguslokk, sum stór og smá børn kunnu spæla við í hylinum.

Svimjihøllin í Klaksvík er einasta svimjuhøll í landinum, sum líkist tí, sum tey aðrastaðni kalla »vatnland«. Tey hava einasta veruliga rutsjubana í landinum, og nú hava tey so fingið hendan høgguslokkin eisini, sum fyritøkan Innspark lat teimum, og sum á fyrsta sinni varð blástur upp í dag.