Klaksvík/Hvannasund: Síðan síðst í august í 2007 hava umboð fyri Klaksvíkar og Hvannasunds kommunur við jøvnum millumbilum havt samráðingarfundir.
Nú fyriliggur eitt uppskot, sum er so at siga klárt at leggja fyri almenningin og kommunustýrini til endaliga góðkenning.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sum hevur staðið á odda fyri samráðingarbólkin hjá Klaksvíkar Kommunu, upplýsir fyri heimasíðuni hjá kommununi, at samráðingarnar hava gingið sera væl.
- Vit høvdu okkara fyrsta fund tann 31. august í fjør, beint eftir at Hvannasunds Kommuna hevði samtykt at fara undir samráðingar okkum um eina møguliga samanlegging, sigur borgarstjórin.
Hann leggur aftrat, at tað sjálvandi eru mál, sum teir hava verið noyddir at mýkt fyri at finna fram til loysnir.
- Men eg haldi, at báðir partar her hava víst ein vilja og skynsemi til at finna fram til semjur, sum báðir partar kunnu ganga inn fyri, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Avgerð í august
Upprunaliga var ætlanin at hava eitt uppskot klárt áðrenn summarfrítíðina í ár, men nú er greitt, at avgerðin fellur í august mánaði.
Samráðingarbólkarnir hava avtalað, at endaliga uppskotið til sáttmála nú verður skrivað liðugt. Síðan verður kunningartilfar um sáttmálan sent út til íbúgvarnar í Hvannasunds Kommunu fyrst í august mánað.
Um miðjan august verður borgarafundur á Fossánesi, og ætlandi verður fólkaatkvøða 28. august.
- Eftir fólkaatkvøðuna taka kommunustýrini endaliga avgerð í málinum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Kommunan skal eita “Norðoya Kommuna”
Tann fyrsta kommunusamanleggingin í Norðoyggjum í nýggjari tíð hendi í 2004, tá ið Mikladals og Klaksvíkar kommunur løgdu saman.
Fyrr í ár skrivaðu Svínoyar og Klaksvíkar kommunur undir ein sáttmála um samanlegging, sum landsstýrismaðurin í løgmálum síðani hevur góðkent.
Við hesum báðum samanleggingum kemur talið av kommunum í Norðoyggjum niður á seks, og harafturat fara í løtuni fram samráðingar um tvær samanleggingar afturat.
Umframt Klaksvíkar og Hvannasunds kommunur er Húsa Kommuna áhugað í einari møguligari kommunusamanlegging, og fara í løtuni samráðingar fram um tað.
Um hesar samanleggingarnar gerast veruleiki, skal tann samanlagda kommunan fáa navnið ’Norðoya Kommuna’, tí talan verður um ein ógvuliga munandi part av Norðoyggjum, sum tá verður saman í einari kommunu.