Fiskivinnustevna
Runavík:
Onnur útgáva av fiskivinnustevnuni North Atlantic Fish Fair verður í Runavík um mánaðarskiftið apríl-mai komandi ár. Roynt fer at verða at fáa ymsar fremmandar fiskimálaráðharrar at koma hendanveg til stevnunarnar.
Á samkomu í kappróðrarneystinum á Glyvrum fyrrapartin í gjár varð alment boðað frá, at komandi fiskivinnustevnan North Atlantic Fish Fair verður í Runavík í døgunum 29. apríl til 1. mai komandi ár.
Aftur komandi ár verður Norrøna liggjandi sum hotelskip í Runavík, meðan stevnan verður hildin. Men hesaferð fer tað at verða tann nýggja Norrøna.
Tað ferat gera, at bústaðarviðurskiftini vera munandi betri enn seinast. Kortini er bílagt pláss á teimum trimum hotellunum i Havn, eins og Runavíkar Sjómansheim er bílagt, alt sum tað er, hesar dagarnar, stevnan er.
Smyril Line tekur sær av øllum tí, sum hevur við ferðing og gisting at gera. Bæði flogferðum ella sigling til og úr Føroyum, eins og ferðing innanlands og gisting bæði umborð á Norrønu og á hotellunum, sum eru til taks.
Í fjør var fiskivinnuráðstevnan hildin bæði á havnarlagnum, á ítróttarøkinum og á floti.
Komandi ár verður hon bara á havnarlagnum og flótandi, meðan ítróttarøkið verður at taka til, um brúk skuldið verðið fyri tí.
Av tí, at áhugin tykist rættiliga stórur eftir væl eydnaðu stevnuna seinast, hava fyrireikararnir gjørt av, at fiskivinnustevnan komandi ár verður í trimum tjøldum á havnarlagnum, eins og tvær hallir eisini fara at hýsa stevnuni.
Í fjør varð stevnan hildin í tveimum tjøldum og einari høll á havnarlagnum, umframt at aliparturin var í ítróttarhøllini.
Stevnan fer at líkjast teirri seinastu rættiliga nógv, siga fyrireikararnir, og nakað væl av tilmeldingum eru longu komnar.
Í fjør varð undirtøkan góð. 212 framsýnarar vóru við, og býtið var soleiðis helvt um helvt føroyingar og útlendingar.
Knapt 7.200 vitjandi vóru á stevnuni. Tey vóru ættað úr 19 ymiskum londum, og av teimum vóru gott hálvtsættahundrað útlendingar.
Roknað verður við, at kostanðurin at fyrireika eina slíka stevnu fer at liggja um eina fimm milliðonir krónur.










