Barak Obama verður uttan iva kosin til forsetavalevni hjá Demokratunum í USA. Hetta, at maður av afroamerikanskum uppruna verður kosin forsetavalevni, er veruliga ein politisk stórhending. Hetta eru at kalla allir eygleiðarar samdir um. Tá vit hava í huga, at tað eru ikki meiri enn eini tjúgu ár síðan, at øll tey svørtu í USA fingu veruligan valrætt, so er hetta eitt risastórt stig í longu og pínufullu søgu teirra svørtu at vinna somu borgarligu rættindi sum tey hvítu høvdu.. Obama hevur gjørt øllum døprum spádómum fyri skommum og hann hevur nú sett beina kos móti Hvítu húsunum.
Mótstøðumaður Obama verður John Mcain, ein eldri stríðshetja, ið hevur gott umdømi millum amerikanarar orsakað av fortíðini og ikki minst tí, at hann ofta hevur tikið serstøðu í stórum politiskum málum og hevur sostatt torað at gingið ímóti Republikanska flokkinum. Hann heldur lítið um Bush, og Bush hevur tað á sama hátt við Mcain.
Hvønn politikk fara so hesir menn at reka, tá annar teirra kemur í forsetaembætið? Innanríkis fer Obama at reka ein politikk til gangs fyri amerikansku verkamanna- og miðalstættina. Hann fer at avtaka skattalættan hjá teimum ríku og nýta vinningin til at seta í verk eina ókeypis almenna sjúkatrygging fyri børn og tannáringar. Hann fer at reka ein protektionistiskan búskaparpolitikk, og hann fer at leggja dent á umhvørvið. Uttanríkispolitiskt fer hann at taka herin úr Irak men halda fram við krígnum í Afghanistan og annars at vera meira semjusøkjandi enn verandi forsetin. Mótstøðumaðurin, John Mcain, er hann hóast atfinningarsamur móti Bush minst líka so konservativur, ja, hann er enntá meiri konservativur enn Bush á ávísum økjum. Hann fer at halda fram við kríggjunum í Irak og í Afghanistan og hann fer at reka sama fíggjar- og búskaparpolitikk sum núverandi forseti, altso ein politikk fyri tey ríku.
Flestu serfrøðingar eru samdir um, at forsetavalið verður heilt óvanliga spennandi og torført er at spáa um úrslitið. Obama hevur gjørt eitt ómetaliga stórt bragd við at vinna uppstillingarstríðið – megnar hann eisini at vinna forsetasessin? Tað, sum hann hevur í móti sær, er, at hann er so óroyndur, og so kann ikki útilokast, at rasuspurningurin fer at ávirka møguleikar hansara. Rasisman í USA er enn sterk og nógvir veljarar duga illa at hugsa sær ein forseta, ið ikki hevur hvítan húðalit. Tað er løgið, at heimsins sterkasta og mest framkomna land á er so tilafturskomið, tá talan er um sosialpolitikk, moralskar spurningar eins væl og rasuspurningar. Tey, sum ynskja frið og framburð og sum ynskja eitt USA, sum ikki støðugt heldur við einaræðisbúrkroppum og sum velur diplomati fram um hermegi, vóna, at Obama vinnur. Hini sum vilja, at alt skal vera, sum tað hevur verið, ynskja sær Mcain. Vit kunnu ikki dylja, at vit eru Obamastuðlar. Livst so spyrst.










