Ein stór løta hjá suðuroyingum

Tað var ein stór løta hósdagin, tá ið nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy varð tikin í nýtslu. Men at gera eina samferðsluhavn krevur eisini nógv arbeiðið og tilsamans hava útvið 200 fólk verið knýtt at arbeiðnum

Suðuroyarsiglingin

Tollaksmessudag var enn ein varði settur í søguni um suðuroyarsiglingina. Tað hendi tá ið nýggja samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði varð tikin alment í nýtslu á miðdegi hendan dagin.
Stór mannfjøld varð samankomin til alment hátíðarhald, har løgmaður, Jóanes Eidesgaard, fekk heiðurin at kvetta bandið og at taka havnina í nýtslu.
Aftaná varð øll fjøldin bjóðað umborð á Smyril, har tey fingu gløgg, saft, karamellur og ymsan jólabakstur.
Og øll eru samd um, at vit hava fingið eina vala havn og skiparin á Smyrli sigur, at tá ið tað ikki er liggjandi har fyri veður, man vera ringt at liggja nakrastaðni.
Men tað krevur eisini sítt at gera eina slíka havn til veruleika.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at tilsamans hava kanska útvið 200 fólk verið knýtt at arbeiðnum, men nógv av arbeiðnum er ósjónligt.
? Hetta er eitt valaverk. Hetta er ein vøkur havn, men hon er eisini kyrr og góð og hon kann brúkast á fleiri ættum.
Men hann vísti eisini á, at arbeiðið at gera havnina hevur gingið ógvuliga væl og at havnin er liðug væl fyri tíðina. Samstundis fer kostnaðarmetingin at halda.
Oyvindur Brimnes segði, at næsta ár er ætlanin at gera eina farstøð á ferjuleguni við trapputorni, lyftu og øðrum hentleikum, sum krevjast av eini slíkari farstøð.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni vísti á, at tað er akkurát nú 105 ár síðani at fyrsti Smyrilin kom inn eftir Trongisvágsfirði á fyrsta sinni og avloysti árabátin sum einasti flutningsmøguleiki ímillum oyggjarnar.
Um nakrar mánaðir kemur so Smyril nummar fimm í røðini.
? Hetta var ein stór kollvelting fyri suðuroyingar, segði strandferðslustjórin.
Hann segði, at ferðamøguleikarnir tá á døgum kunnu á ongan hátt samanberast við tað, vit kenna í dag.
? Bara fyri 30-40 árum for tað mesta av einum degi at ferðast ímillum Suðuroynna og Havnina.
Kristian Davidsen vónaði, at samferðsluhavnin, nýggi Smyril, nýggj farstøð og vónandi nýtt pakkhús, fara at skapa góðar karmar um ferðasambandið imillum Suðuroy og Havnina.
? Nú hava vit so góðar umstøður, at fara vit skynsamiliga til verka til felag, fáa vit helst eisini skapt nøktandi karmar fyri suðuroyingar, vinnulív og føroyingar yvirhøvur innanfyri teir fíggjarkarmar, vit fáa.

Skuldu klára arbeiðið við glans
Eisini Jón Danielsen, stjóri í Articon, fegnaðist um havnalagið og hann duldi ikki fyri, at hann var ikki sørt errin av avrikinum.
Articon var yngsta byggifelagið í landinum, tá ið tað vann kappingina um at gera ferjuleguna.
? Havnalagið skuldi kosta 51 milliónir og arbeiðið skuldi gerast upp á 15 mánaður.
Hann segði, at Articon setti sær fyri at klára arbeiðið við glans, til tíðina og fyri ásettan kostnað og at lata Landsverki og suðuroyingum eitt væl úr hondum greitt havnarlag.
? Vit halda, at hetta hevur eydnast okkum til fulnar.
Hann vísti á, at samferðsluhavnin er í mangar mátar betri enn upprunaliga ætlað, tí nú avtornar, hevur hon tvær atløgusíður og tveir ferjuskráar. Samstundis er samferðsluhavnin liðug áðrenn tíðina og kostnaðurin hevur hildið.
? Við skili, ídni og ótrúligum arbeiðssemi hjá øllum pørtum, eydnaðist tað okkum at lata havnina lidnað úr hondum tveir og ein hálvan mánað fyri tíðina og tað mann næstan vera met í føroyskari havnarbygging, segði Jón Danielsen.
Hann vísti á, at 300.000 rúmmetrar av gróti eru vippað á fjørðin, á havnarlagið og í verjugarðin. Brúkt eru eisini 800 tons av spunsjarni, 130 tons av armering og 1500 rúmmetrar av betongi.
Sjálv havnin er dýpd niður á 10 metra dýpið og í tí sambandi eru 19.000 rúmmetrar av tilfari grivið og sprongt burtur av botni og ført út á djúpari vatn.
Hann vónaði at hendan nýggja havnin og nýggi Smyril koma at vera byrjanin til eina nýggja tíð við framburði og møguleikum, sum suðuroyingar ikki áður hava havt.