Ein sorgblíður klikkheysur og ein ovfarakát lama á asfalt

Asfalt sær út til at gerast eitt óvanliga spennandi og fjølbroytt tónleikatiltak, dagurin í gjár lýsti hetta stóra fjølbroytni, tá tveir av bestu nýggju bólkunum í Føroyum vórðu avdúkaðir. Petur Pólson og Lama Sea standa sum markantastu umboðini fyri hvørt sítt rák í føroyskum tónleiki.

Tað hevur í fleiri ár verið tosa um tvey ymisk rák í føroyskum rokktónleiki, tann sorgblíði heldur tungi rokkurin úr Eysturoynni og tann glaði og festligi rokkurin úr høvuðsstaðarøkinum. Tað myrka og tað ljósa. Hetta er ein heldur yvirdrivin algilding, men ikki heilt burturvið alíkavæl. Bólkar, nøkur av størstu nøvnunum, ið umboða og hava umboða Eysturoyar rákið eru Clickhaze, Gestir og Petur Pólson, meðan bólkar sum Lama Sea, Páll Finnur Páll og 200 umboða havnarrákið.
Í gjár avdúkaði asfalt, at júst Petur Pólson og Lama Sea spæla á tiltakinum í Tórsgøtu í summar.
 
Lívsglaðu Lama Sea
Lama Sea er ivaleyst Føroya glaðasti bólkur, allur bólkurin strálar av lívs- og spæligleði á pallinum, ein gleði, ið smittar øll, sum hoyra, síggja og kenna hana.
Lama Sea hevur gjørt vart við seg, við fangandi løgum sum Some Balance, Everything I Touch Turns Into Gold, He Kicked My Ass og Woody Allen. Hesi løg eru altíð við til at gera konsertupplivingarnar góðar.
Bólkurin hevur nøkur ár á baki, og luttók millum annað á undirgrundsfløguni Ampaljóð. Men Lama Sea fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá bólkurin spældi seg í Prix Føroyar semifinaluna í fjør. Lama Sea spældi síðan á MjúS, G! og Ólavsøkukonsertini, umframt nógvum øðrum tiltøkum.
Í vetur gjørdist Lama Sea nummar tvey í Global Battle Of The Bands og spældi á Nýggjárskonsertini. Harumframt hevur Sjónvarpið sent konsert við bólkinum í Meiarínum allan vetur. Lama Sea var bæði í uppskoti til planetina fyri besta bólk og besta nýggja bólk ella einstakling. Sangarin í bólkinum <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Janus Rasmussen&quot;$?$end$!$Janus Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ var í uppskotið til planetina sum besti sangari. <BR>Sorgblíði Petur
Petur Pólson hevur útgivið eina frálíka útgávu, sum er merkt av myrkum og køldum sinnalagi. Fløgan er meistaraliga framleidd, og eitt must hjá teimum, ið eru áhugað í føroyskum rokktónleiki, skrivaði ummælarin í Sosialinum millum annað um fløguna Koma hjá Peturi Pólsyni.
Petur Pólson hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár í bólkum sum Visible Fish og Clickhaze. Petur var í 1999 oddamaður í tveimum bólkum í Prix Føroyar finaluni, og í 2001 vann hann Prix Føroyar við Clickhaze. Í fjør var Petur á fyrsta sinni at hoyra solo. Hetta hevur, sambært Peturi sjálvum, givið honum nógv leysari teymar til at gera tað, sum hann hevur hug til. Við sær í bólkinum hevur Petur royndar og dugnaligar tónleikarar, ið saman við Peturi skapa eina myrka og vakra ljóðmynd.
Petur vann M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir í 1997. Fløgan hjá Peturi Koma var í uppskoti sum besta fløga bæði hjá Dimmalætting og á Planet Awards og Petur var sjálvur eins og Lama Sea í uppskoti til planetina fyri besta nýggja bólk ella einstakling. Hetta er stutt sagt ein listarmaður, ið einki hevur at prógva.
Fjølbroytt asfalt
Við hesum nøvnum hevur asfalt tryggjað sær tvey av markantastu nøvnunum innan tvey av sterkastu rákunum innan føroyskan tónleik. Vitjað asfalt og les um øll tey føroysku tónleikanøvnini, ið longu eru avdúkaði á heimasíðuni www.asfalt.fo