Ein sonn fragd

Andrew á Fløtum var sum vera man væl nøgdur, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.

- Tað var ein sonn fragd at spæla á hesum nýggja vøllinum. Og sjálvandi eisini ein sonn fragd at byrja so væl sum við einum hattricki, segði ein fegin Andrew.

Hann helt, at teir megnaðu at halda eitt høgt tempo, serliga í fyrra hálvleiki,og klára teir at halda støðið, kunnu teir vinna á øllum.

- Hetta er okkara borg, og hana skulu vit verja, segði málrevurin hjá HB.

Hann viðgekk, at talan var um eitt botnlið hinumegin miðuna, men Andrew helt kortini, at teir stríddust væl.

- Sjálvandi fóru vit nakað niður í tempo, tá vit komu upp á 4-0, tað er bara náttúrligt, tí tá var dysturin avgjørdur, segði Andrew av Fløtum.

Hann er glaður fyri at vera í Føroyum aftur, men hevur sum er onga støðu tikið til fótbóltsframtíð sína.

- Eg noyðist niður til Danmarkar í oktober. Sáttmálin við HB gongur bara fram til kappingarenda, so eg veit ikki, hvat hendir eftir hetta. Eg havi so ikki nakað annað í kikaranum í løtuni, so alt stendur opið, segði Andrew av Fløtum, sum sostatt ikki í løtuni veit at siga, um hann fer at halda fram í Føroyum, ella leitar sær uttanlands aftur.