Ein skal helst ikki tosa um pengar, politikk og átrúnað

Komandi vikuskiftið skipa skótar fyri tiltakinum JOTA/JOTI í Klaksvík. Talan er um eitt afturvendandi altjóða tiltak, har skótar kring allan heim samskifta gjøgnum amatørradio og alnótina

Skótavirksemi


Komandi vikuskiftið hittast skótar úr Føroyum í Klaksvík, har teir gjøgnum radiotól og alnótina fara at samskifta við aðrar skótar kring allan heimin.
Talan er um altjóða og afturvendandi tiltakið JOTA/JOTI, har skótar kring allan heimin setast niður við radiotólum og teldum. Einans við tí endamáli at samskifta við aðrar skótar um alt millum himmal og jørð.
Í Klaksvík verður lagt til brots fríggjakvøldið, tá skótar úr Havn og Klaksvík hittast úti í Grøv. Væntandi verða eini 25 skótar tilstaðar, og alt vikuskiftið fara teir at rokast og baksast við lurtitólum, frekvensum og antennum.
Fyrsta stigið verður at seta antennur upp uttanfyri, og síðani skal øll onnur útgerð eisini riggast til.
- Ein av størstu avbjóðingunum er avgjørt at rigga antennurnar til. Nógvar skulu brúkast, og vit plaga so at royna ymisk sløg og eisini ymsar hættir, fyri at finna út av, hvat er best at brúka, greiðir ein av fyrireikarunum frá.
Tá alt er klárt setast teir niður framman tólini, og so verður farið í gongd. Sum oftast skiftast teir at senda og móttaka boð kring tólini, og víða verðir farið kring heimin.

Enskir skótar á vitjan
JOTA/JOTI er eitt afturvendandi tiltak, sum byrjaði fyrst í 50-unum. Í 1972 tóku føroysku skótarnir tiltakið til sín, og síðani hevur samskifti við útheimin verið á skránni nærum hvørt ár.
Í byrjanini var talan einans um radiotól, men tey seinastu árini hevur teldan saman við alnótini fyri alt størri leiklut.
Endamálið er fyrst og fremst at knýta vinarbond tvørtur um landamørk, og ofta verður tosað við tey somu londini ár eftir ár.
Frá fyrireikarunum frætta vit, at fleiri dømi eru um føroyskar skótar, sum hava knýtt áralong vinarbond við skótar aðrastaðnis frá, og í Klaksvík hava enskir skótar verið á vitjan, eftir at teir gjøgnum eina tíð høvdu samskift við skótar í býnum.
- Sum oftast samskifta vit við aðrar skótarørslur í Miðevropa. Men onkuntíð verður eisini leita út á enn størri viddir. Einaferð fingu vit enntá samband við onkran skóta í New Zealandi, so vit røkka langt, greiður ein av fyrireikarunum frá.
Hann leggur afturat, at JOTA/JOTI er eitt tiltak, sum flest allir skótar síggja fram til.
Evnini, sum prátað verður um gjøgnum sendinetið, spenna víða.
Fyrst av øllum plagar ein at byrja við at fortelja, hvør ein er og hvar ein kemur frá. Móttakarin fortelur síðani tað sama, og so verður prátað um mangt og hvat.
- Men ein skal helst ikki tosa um pengar, politikk ella átrúnað. Tað hava vit so lært, sigur ein av fyrireikarunum skemtandi at enda.