Fótbóltur
Um hugt verður at stigatalvuni sæst, at tað er alneyðugt hjá B68 at fáa stig nú, um teimum skal vera lív lagað í bestu deildini.
Nýggi venjarin á Toftum, Bill McLeod Jacobsen, fekk ikki eina ynskibyrjan í sínum fyrsta dysti í felagnum, og manningarligu fortreytirnar fyri einum góðum úrsliti í móti Skála, eru versnaðar nakað í mun til seinasta dyst.
Eftir dystin í móti NSÍ eru tveir leikarar, sum mugu geva avboð. Kári Hansen fær ikki verið við, tí hann í Runavík fekk ársins fimta gula kort, og harvið er leikbannaður.
Hin maðurin sum má melda pass, er Hendrik Rubeksen. Hann skifti úr HB til B68 í summarsteðginum, men í fyrsta dysti sínum, sum var í móti NSÍ, var hann so óheppin at bróta sær beinið.
Anderson tøkur
Hetta er ein dyggur smeitur fyri B68, at skula vera tveir slíkar leikarar fyri uttan, men á Toftum ugga tey seg við, at gamli kenningurin, Anderson, hevur fingið sítt leikaraloyvi í rætt lag, og at hann tískil verður partur av hópinum, sum skal taka í móti Skála.
Og á Skála er sama skili sum á Toftum. Teir hava ein leikara leikbannaðan og ein skaddan.
Bárður Danielsen fekk gult kort fyri fimtu ferð í ár, tá hann avloysti Pætur Dahl Jacobsen í dystinum móti VB/Sumba, og tí verður hann ikki við.
Skaddi leikarin er Bjarni Jørgensen. Hann hevur í longri tíð havt trupulleikar við lærkrikanum, og hóast tað nú gongur betri hjá honum enn tað hevur gjørt í longri tíð, rokna tey ikki við honum á Skála.
Hóast B68 stendur og vantar stig beint her og nú, so skulu teir ikki rokna við at fáa tey fyri givið. Skála hevur sum so ikki nógv at spæla fyri longur, men teir ætla sær tó ikki at geva við dyrnar, men vilja teir heldur spenna seg út og fáa alt við aftur vestur um fjørðin.