Seinnapartssendingin hjá Rás2, har sent verður úr Runavíkar kommunu vitjaði í Søldarfirði í dag.
Har hittu vit Jákup Hansen, sum saman við konuni, Lenu ger ein vørr fyri ta føroysku ferðavinnuna. Her ber til hjá fremmandafólki og føroyingum at vitja. Garðahúsið var bygt í 1868, og er sjáldsama vakurt og hugnaligt. Umhvørvið kring Garðahúsini er sjáldsama vakurt. Talan er um ein vakran og fjøltáttaðan urtagarð, sum hevur fleiri terrassur, har ein kann seta seg í mun til ættina.
Garðahús-hjúnini gera eisini nógv burturúr matinum, har stórt atlit verður tikið til at brúka føroyskar rávørur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, sum Anna, dóttir Jákup og Lenu hevur tikið, og hoyr spennandi og áhugaverdu frásøgnuna hjá Jákupi Hansen um Garðahúsini, og tað spennandi ferðamálið, sum hann og konan Lena kunnu bjóða ferðafólki, og áhugaðum føroyingum annars.