Eg havi ikki sæð álitið, og veit heldur ikki, hvat er farið fram í rættarnevndini, sigur Høgni Hoydal, sum var biðin um at koma á fund í nevndini at svara spurningum.
Hann svaraði nógvum spurningum frá limunum í nevndini, men er ónøgdur við at síggja grein í Sosialinum í gjár, har hann var lagdur undir at leggja seg út í nevndararbeiðið, og serliga tá tað, sum er ført fram, er beinleiðis ósatt.
Høgni Hoydal sigur, at hann bara gongur út frá, at allar meiningar kom fram í áltinum, og at hann ikki vónar at hetta er dømi um at Javnaðarflokkurin ikki vil finna semju.