64 ára gamli høvuðsvenjarin hjá Leicester City, Claudio Ranieri er sera takksamur fyri stuðulin trúgvu og drúgvu viðhaldsfólkini hjá Leicester hava givið honum og liði hansara, og nú ætlar Claudio Ranieri at løna teimum aftur á ein heilt serligan hátt.
Enska blaðið "The Sun", sum altíð veit eitt sindur av hvørjum skrivar, at italski stjørnusangarin, 57 ára gamli Andrea Bocelli verður flogin inn til høvið. Áðrenn dystin millum Leicester og Everton skal Andrea Bocelli syngja sín víðagitna sang: "Time to say Goodbye", sum til høvið verður broyttur til "Time to win Again".
Claudio Ranieri, sum hevur verið sera varin á tíðindafundum at melda út, at Leicester fór at vinna enska meistaraheitið hevur sambært "The Sun" kent seg meiri sigursvísan, enn hann hevur givið til kennar á tíðindafundum. Sambært enska blaðnum gjørdi Claudio Ranieri eina avtalu við Andrea Bocelli longu í mars mánað, at hann skuldi koma og syngja fyri trúgvu og drúgvu fjepparunum hjá Leicester.
Andrea Bocelli var sera fegin um fyrispurningin hjá Claudio Ranieri, og segði ja við brestin at syngja á King Power leikvøllinum í Leicester, leygardagin 7. mai.