Ein sera væleydnað ovastevna í besta summarveðri

Leygarkvøldið vóru sløk 600 fólk í dansi í tjaldinum í skúlagarðinum, har Terji og nólsoyingar spældu og undirhildu.

Bygdastevna

Tað var áhugavert at uppliva ovastevnuna í ár frá byrjan til enda.
Í stevnuvikuni, stákaðust nólsoyingar við at mála og frýðka um, so tey mongu, sum væntandi leitaðu sær um fjørðin, skuldu uppliva eina nossliga bygd, har blíðskapur og vinsemi er í hásæti. Deiligt var at teljast millum teirra, sum í stevnuvikuni fingu nakrar ábøtur frá hondini, sum hava ligið á láni. Fólk vóru í góðum hýri, og hjálpsemi var stórt.
Veðurgudarnir boðaðu frá góðum veðri, bæði fríggjadagin og leygardagin, og øll tóktust vænta, at hetta fór at verða stevnan, sum setti øll met. Sunnudagin lovaði hann tó nakað av vindi, men tað var líka sum, at einki kundi sløkkja vónirnar um eina góða stevnu, frá fyrsta degi til tann seinasta. Og hesaferð ?taptu? veðurgudarnir eisini so dyggiliga, tí sunnudagurin var eins góður sum fríggjadagurin og leygardagurin ? við bæði sól og nógvum hita.
Sunnumorgunin sótu fólk úti í sólini, og gekk tú fram við, har tey familjur vóru samlaðar, fekst tú bæði mat og drekka. Onkur bjóðaði turran fisk og snaps!


Ein lítil ólavsøka

Tað skerst ikki burtur, at millum bygdastevnurnar kring landið, verður ovastevnan ógvuliga væl vitjað. Kanska eitt sindur løgið at hugsa sær, tá ið havt verður í huga, at stevnan liggur eftir ólavsøkuna, og fólk tískil áttu at verið stevnutroytt. Líkt er tó til, at fólk ?goyma? sær seinastu orkuna til ovastevnuna, sum nú hevur verið hildin fleiri fylgjandi ár.
Ovastevnan minnir um eina ?lítla? ólavsøku, har fólk koma út um fjørðin at hugna sær og práta við vinir og kenningar. Um stevnuskráin er stór ella lítil, er neyvan so avgerandi fyri gestirnar. Hinvegin hevur tað ivaleyst týdning fyri peningaliga endamálið við stevnuni, at fólk hava høvi at sleppa sær av við nakrar krónur. Men tað, sum í fyrsta lagi er avgerandi fyri talið av vitjandi, er veðrið, og tað kundi á ongan hátt verið betur enn seinasta vikuskiftið.


Sløk 600
fólk í dansi

Enn er ivaleyst nakað tíðliga at siga, hvat komið er burtur úr ymisku tiltøkunum, sum vóru, men neyvan er nakar ivi um, at stevnan í peningi eisini man hava sett øll met.
Tey størstu stevnutiltøkini var dansurin fríggjakvøldið og leygarkvøldið í tjaldinum í skúlagarðinum, kabarettin í Royndarhúsinum og tivoli á Nýggjavegi. Fríggjakvøldið spældi Conuntrybólkurin úr Klaksvík, og leygarkvøldið spældu Terji og nólsoyingar.
Sunnumorgunin spurdu vit ein av fyrireikarunum, hvussu nógv atgongumerki vórðu seld til dansin leygarkvøldið. Hesin metti, at talið táttaði í 600. Tað er sama tal, sum eitt rímiliga gott dansikvøld í Gundadalshøllini í Havn!
Felagssangurin undir Mikkjalsveggi leygarkvøldið og fýrverkið beint eftir, var eisini serstakliga væl eydnað. Her var so nógv fólk savnað, sum ongantíð áður.


Ein ?býur? av bátum

Umframt tey 2400 fólkini, sum Rytan flutti um Nólsoyarfjørð, vóru so nógvir bátar á Nólsoyarvík leygarkvøldið, sum eingin hevur sæð áður.
Regattasiglingin, sum byrjaði á Eiði, endaði í Nólsoy seint leygardagin. Nógvir bátar komu eisini úr Havnini og av Skálafjørðinum.