Ein sera óheppin villa

Andrass Thomsen, samskipari hjá B36, hevur orsøk at vera argur.

Andrass Thomsen, umsitingarligur samskipari hjá B36, er í hesum døgum á aðalfundi hjá European Club Association (ECA) í sveisiska býnum Genève.


Á luttakaralistanum sæst navnið hjá føroyinginum ímillum umboð fyri nógv av teimum evropeisku stórfeløgunum, og alt – næstan alt – er sum tað skal vera.


European Club Association (ECA) hevur bara gjørt ta villuna, sum ikki eigur at koma fyri hjá einum røttum B36-ara sum Andrass Thomsen.


Vita um tú finnur villuna á myndini omanfyri!