Ein sambandsmaður afturat vil hava almennan tunnil

Ein tingmaður afturat úr samgonguni ásannar at ein almennur tunnil ger nógv størri nyttu enn ein privatur

- Ein almennur Eysturoyartunnil er nógv betri fyri samfelagið enn ein privatur.

Tað ásannar Reimund Langgard úr Sambandsflokkinum.

 

Sostatt er ein tinglimur úr samgonguni afturat alment komin til ta niðurstøðu, at fyri samfelagið loysir tað seg nógv betri, at Eysturoyartunnilin er almennur, enn at hann er privatur.

 

Hann sigur, at í einum almennum tunli verður nyttuvirðið nógv betri, heilt einfalt tí at tað verður bíligari at koyra ígjøgnum hann, og sostatt fara fleiri at brúka hann.

 

- Størstu samfelagsnyttuna fáa vit við einum almennum tunli, staðfesti hann á fundi í Rundavík í gjár um illa umstrídda tunnilsmálið.

 

Hinvegin staðfesti hann eisini, at hann hevur ikki trúð upp á, at politiskur meiriluti er fyri einum almennum tunli, tí hevur hann tikið undir við einum privatum tunli.

 

- Ein privatur tunnil er eisini nógv betri enn eingin tunnil, sigur Reimund Langaard.

 

Men nú er greitt, at meirilutin undir einum privatum tunli er farið at ridla.

 

- Fáa vit meiriluta fyri einum almennum tunli, taki eg avgjørt undir við tí.

 

Hann trýr kortini einki upp á, at Eysturoyartunnilin fer at geva so stórt avlop, at tað klárar at fíggja aðrar íløgur.

 

- Men hóast landið kanska skal spjaða einar 10 milliónir til tunnilin um árið, er samfelagsnyttan av honum framvegis stór.

 

 Mett verður, at tað fer at kosta 40 krónur at koyra ígjøgnum ein almennan tunnil. Verður hetta prísurin, fara øll at brúka hann.

 

Hinvegin er mett, at tað fer at kosta 80 krónur at koyra ígjøgnum ein privatan tunnil og tað fer at fáa nøkur at setast aftur.

 

- Fyri hvønn bil, sum ikki vil brúka tunnilin, minkar samfelagsvirðið, sigur tingmaðurin.

 

Hinvegin vildi partamaður hansara, Alfred Olsen ikki vita av at tengja ein Sandoyartunnil upp í.

 

Hann heldur, at skulu vit hugsa um at fáa størstu samfelagsnyttuna av Eysturoyartunnilin, eigur brúkaragjaldið eisini at vera so lágt, sum tilber. Tí skal tað ikki hækkast fyri at kunna fíggja ein Sandoyartunnil.

 

- Lat okkum loysa Eysturoyartunnilin fyri seg og Sandoyartunnilin fyri seg, sigur Alfred Olsen.

 

Longur niðri her á www.in.fo, hava vit fleiri greinar um Eysturoyartunnilin.