Føroya rættur gav í dag ákæruvaldinum viðhald í, at tað var neyðugt at leingja varðhaldsfongslingina hjá manninum, ið sunnudagin varð handtikin í Mykinesi, aftaná at hann hevði loypt ótta á fólk á oynni.
Í grundlógaravhoyringini í morgun upplýsti ákærin, at ákæruvaldið hevur reist enn eina skuldseting móti manninum. Talan er um eini sms-boð til sína fyrrverandi konu, har hann skal hava hótt við at skjóta hana innan teir næstu fjúrtan dagarnar.
Maðurin noktaði seg sekan og minnist ikki at hava sent boðini. Verjin hjá manninum legði dent á, at skuldsetti var uppøstur og illur, tá boðini vórðu send, tí fyrrverandi konan hevði hendan dagin skrivað á Facebook, at skuldsetti ikki var veruligi pápin hjá teirra synum. Tað var heilt nýtt fyri skuldsetta.
Harumframt verður maðurin skuldsettur fyri at hava hótt at skjóta ein mann og hansara familju í Mykinesi. Hóttanin fall, tá ein maður kom til tann skuldsetta og ákærdi hann fyri at hava sloppið seyðinum hjá honum út. Menninir byrjaðu at skeldast, og tann skuldsetti, ið sambært ákæranum var fullur, segði við mannin, at hann skuldi skjóta hann.
Ákæruvaldið kravdi at maðurin varð varðhaldsfongslaður í eina viku aftrat, meðan seinasta hond verður løgd á ákæruritið. Sum grundgeving varð nevnt, at ákærdi lættliga kundi ávirka vitnini í málinum, umframt at veruligi vandi var fyri, at maðurin kundi gera álvara av hóttanunum.
Verjin var ósamdur við ákæranum, og vísti á, at málið nú var munandi minni í vavi enn mánadagin, tá ákærin vildi vera við, at skuldsetti hevði terrorisera eina heila bygd, so fólk máttu rýma til fjals.
Viðvíkjandi hóttanunum vísti hann á, at tær vóru sagdar tá maðurin varð vorðin østur av ymiskum ávum, og tí metti verjin ikki, at tað var nakað veruligi vandi fyri, at skuldsetti gjørdi álvara av hóttanunum, og so slett ikki, tá løgreglan hevur lagt hald á hansara vápn.
Dómarin gav verjanum viðhald, og metti at illgrunin um hóttanir um harðskap var so mikið grundaður, at tað var orsøk at leingja varðhaldsfongslingina. Hóast dómarin ikki metti, at vandi var fyri, at skuldsetti fór at fremja nýggj brotsverk, so er ein vandi fyri, at hann kann ávirka vitnini í málinum. Tí verður varðhaldsfongslingin longd við einari viku.










