Kai Vágfjall
kv@olivant.fo
----
Fyri stuttum kom fram, at danir nú krevja, at føroyingar, sum søkja inn á hægri læristovnar í Danmark, skulu hava danskt og danskar uppgávur í førleikagevandi lærugreinum á føroyskum miðnámsskúlum.
Hetta hevur ongantíð áður verið kravt, og er helst ein avleiðing av ”Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne” – takka veri m.ø. Fólkaflokkinum, sum mitt á nátt atkvøddi fyri hesum myrkursins gerningi. Mentamálaráðið setti ongan spurning við málið, men ætlaði í berari undirbrotligheit at gjøgnumføra donsku krøvini. Men tá so Høgni Hoydal gjørdi vart við seg og talaði at, leyp Edmund Joensen frá, og dálkaði Høgna út á allar grovasta hátt, við einum lesarabrævi ”Danin er f….”, (fái meg ikki at endurgeve yvirskriftina), sum má metast at verða eitt sera ósømulig yvirskrift og til lítlan sóma fyri ein fyrrverðandi løgmann og løgtingsformann at brúka.
At málið snúði seg um eitt afturstig fyri føroyska málið, viðgjørdi hann als ikki, men nýtt heldur høvi at dálka Høgna Hoydal út. Sum sambandsmaður hevur hetta heldur ikki hansara áhuga og er hetta honum tí so líkt, sum frá fyrsta degi av hevur stríðst ímóti føroyska málinum, og øllum sum føroyskt er. Ja, sjálvt ídag er ágangurin kyknaður upp aftur, frá hesari síðuni og er øðiligur á føroyska málinum, so tað brýtur í bæði borð.
Høgni hevði tí ikki annað val, enn at kalla danska undirvísingarráharran í samráð, men hetta sigur Edmund er púra óneyðugt. Sjálvandi sigur hann tað. Avtalan, sum føroyskir og danskir mynduleikar hava gjørt á hesum økinum, heldur hann vera í lagi, altso at eitt av førleikakrøvunum skal vera danskt, hóast allir næmingar hava mótmælt hesum. Danir siga, at føroyska málið knappliga ikki er nóg gott til víðari lestur í Danmark. Slík krøv hava teir ikki sett hinum norðurlendsku tjóðunum, men Edmund heldur, at hetta er púrasta í lagi.
Ein kann tí spyrja, hvat ger Edmund Joensen í Fólkatinginum? Fyri føroyingar arbeiðir hann í hvussu so er ikki, og so seint sum í tíðindunum í Rás 2 ídag, viðgekk hann, at hann er partur av donsku stjórnini. Eg fari tí at heita á sambandsveljarar, hugsi tykkum væl um, næstu ferð tit fara á fólkatingsval, um at velja ein, sum arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum, og ikki ein sum rennur ørðindir fyri danir.
Gott í teg Høgni, og takk skalt tú hava fyri, at tú ikki letur seg tøla, men at tú alla tíðina er á varðhaldi, men beikst má tað kennast, at ein føroyskur fólkatingslimur er okkara størsta hóttan bæði so og so.