Ein søgulig hending sum fekk stóran týdning

Nei, eg hugsi ikki um hendingina sum øll skulu hoyra um og minnast komandi mikudag.

Hendingin sum eg her hugsi um er so mikið gomul, at hon var við at fara í gloymibókina. Tað var ein tíðindamaður sum fann út av at her var ein merkisdagur sum ikki átti at fara í søguna. Hetta var hóast alt ein hending sum hevur havt ávirkan á hvønn einasta norðmann sum hevur livað síðani 1902. Og tað er oftani so, at vit minnast kríggj, vanlukkur og tá fyrsti amerikumaður setti fótin á mánan. Men nakað sum er nær og er ein partur av gerandisdegnum hava vit hug til at gloyma..
Tað eg her tosi um er eitt glas. Men ikki eitt tilvildarligt glas, men sjálvt ?Norgesglasset?. Á lokinum stendur Norge, harav navnið. Í 100 ár hava norðmenn ? og nakrir føroyingar ? súltað og hermetiserað ber, frukt og annað gott í noregsglasinum.
Tað var Hadeland Glassverk som í 1902 fór í holt við at framleiða noregsglasið. Tá var Norra framvegis ein partur av tí svensk-norska samveldinum. Norra fekk ikki sítt frælsi fyrrenn í 1905.
Tá ein blaðmaður herfyri ringdi til Hadeland Glassverk og spurdi um tey skuldu hátíðarhalda 100 ára dagin, so vistu tey ikki hvat tey skuldu svara. Tey vóru ikki greið yvir, at tað vóru 100 ár síðani glasið kom á marknaðin. Eitt sindur løgið haldi eg, tá ein sær hvat handilslívið annars velur at hátíðarhalda. Nýggir handlar hava ?jubileum? bæði tá teir eru eitt og tvey og trý ára gamlir.
Og Hadeland Glassverk hevur á hvørjum ári eitt ella annað sum tey hátíðarhalda. Men teirra mest selda glas, noregsglasið, hava tey gloymt. Havi sjálvur sæð kjallarar hjá fleiri í familjuni hjá konuni. Har eru hundratals noregsgløs í øllum støddum. Millum glaslokið og glasið verður ein gummiringur lagdur og so verður lokið fest niður á glasið við einum jarnringið.
Tey, á Hadeland Glassverk, eru í dag meir upptikin av at framleiða fín gløs. Húsarhaldsgløs eru ikki so spennandi. Og so eru tað neyvan tey nógvu sum súlta og hermetisera í dag.
Í dag verða gløsini sum oftast brúkt til at leggja hindber, jarðber ella blommur í ? antin sum súltutoy ella sum omaná. Krákuber og kirsuber vera eisini løgd í gløsini ? so mamma kann gera sós til jólaísin og pápi sín jólalikør. Á jólum blanda nógvir norskir pápar sín jólalikør við egnum berum og heimabrendum brennivíni.
Seinast í sjeytiárunum vóru tey sum súltaðu og hermetiseraðu so mikið fá, at ikki loysti seg hjá Hadeland Glassverk at halda fram við framleiðsluni.
Sum sagt so er ikki so vanlig í dag at súlta og hermetisera á sama hátt sum fyri 20-30 árum síðani, so tá mamma hevur súltað ber og aðrar fruktir, so brúkar pápin restina av gløsunum til at fylla tey við skrúvum, møtrikkum og seymi. Tað er sjálvandi eisini ein máti at súlta uppá.
Men eg rokni við, at tá vit nærkast jólum so kemur Hadeland Glassverk við sínum ?100 ára noregsglasi?, sum allar mammur í Noregi fáa í gávu á jólum.