Ein øðrvísi slá um troyggja

Lætt og lekkur troyggja. Brúka stokkar nummar 12 og mohair garn.

Lagt til rættis: Lív Højsted Horsdal
Uppskrift: Rebekka C. Nilssen
Myndir: Álvur Haraldsen
Modell: Ragnhild Dam

Stødd: One size  um miðal stødd.
Mát: Troyggjan verður bundin sum eitt turriklæði, og tískil eru mátini tikin eftir, hvussu langar síðurnar, ryggurin og ermarnar eru. Høgra og vinstra síða eru 148 cm, ryggurin er 45 cm og ermarnar 58 cm.
Tógv: Mohair (180g).
Stokkar: Nummar 12.

BULURIN: Byrjað verður í einum enda, eins og á einum turriklæði. Bundið verður eitt rangt og eitt vrangt eyga alla tíðina. Tak fýra eygu uppá og bind eitt umfar. Næsta umfar tekur tú eitt eyga uppá í hvørjari síðu. Ger hetta fjórða hvørt umfar, til tað eru 24 eygu á stokkinum. Bind, til klædnastykkið er 148 cm. Vilt tú gera troyggjuna eitt sindur størri, bind so eitt sindur afturat.) Nú ert tú komin til RYGGIN: Bind seks eygu, tak tey næstu 12 eyguni av og bind seks tey seinastu eyguni. Um tú ynskir at nýta ein annan lit til ryggin, so skift lit nú. Bind við nýggja litinum yvir tey seks eyguni, tak 12 eygu uppá og bind seks eygu (nú eru í alt 24 eygu). Bind síðan ryggin  eitt rangt og eitt vrangt  til hann er 45 cm. (ella tað breidd, ið tín ryggur er). Síðan verður tikið av sum áður: bind seks eygu, tak 12 eygu av og bind seks eygu. (Skal liturin aftur skiftast, so er tað nú.) Nú verður tikið uppá til hina síðuna: bind seks eygu, tak 12 uppá og bind aftur seks eygu. Síðan verður bundið, til henda síðan er eins lang og hin síðan. Eftir hetta skalt tú taka eitt eyga av í hvørjari síðu fjórða hvørt umfar, og til bert fýra eygu eru eftir á stokkinum. Tak at enda tey seinastu fýra eyguni av.

ERMARNAR: Legg 24 eygu upp. Bind eitt vrangt og eitt rætt eyga, til erman er 58 cm (ella so long, sum armurin á tær er.) Tak síðan leysliga av og bind eina ermu afturat á sama hátt.

TILGERAN: Heft fyrst endar. Seyma ermarnar saman. Set eina ermu í hvør sínumegin. Tá tað er gjørt, er troyggjan liðug. Antin kanst tú binda hana um teg soleiðis, at hon krossar um bringuna, afturum og krossa, framum og krossa, afturum og so ein lítlan knút. Ella krossa um bringuna, afturum og krossa, framum og so ein knút. Ella tú finnur uppá onkran annan máta at lata teg í troyggjuna.

Góðan arbeiðshug